Eitt lív við cystiskari fibrosu

Á Sunda Bókasavni í kvøld fer Sigrun Bisp at greiða frá sínum lívi við cystiskari fibrosu.

Mikukvøldið 10. januar klokkan 19 - tað er í kvøld - skipar Sunda Bókasavn fyri hugnaligum kvøldi í bókasavninum í Skúlanum við Streymin.

 

Her fer Sigrun Bisp at greiða frá sínum lívi við cystiskari fibrosu. Á hugnaløtuni luttekur eisini systir Sigrun, Albjørg Joensen.

 

- Á kvøldinum verður drekkamunnur og prát, og her verður eisini høvi at lána bøkur. Øll eru hjartaliga vælkomin á bókasavnið, siga tey í Sunda kommunu.