Jógvan Páll Lassen, grindamaður og sakførari hjá Sea Shepherd, heldur tað vera eina katastrofu, at sonevndi djóraverndarfelagsskapurin er dømdur fyri brot á djóraverndarlógina.
- Ein katastrofa fyri føroyska grindadrápið. Eitt klokkureint sjálvmál, eru fyrstu orðini hjá sakføraranum, eftir at dómarin hevur lisið dómin móti Jessie Treverton upp.
Hon varð dømd fyri brot á djóraverndarlógina og grindalógina fyri at hava rikið springarar úr Nólsoyarfirði í septembur í 2014.
- Nú fekk Sea Shepherd júst tað úrslit, tey vildu hava. Nú hevur ein danskur myndugleiki staðfest, at tað er djórapínsla at reka hval. Nú er tað einans ein meting um, hvørt tað er óneyðugur rakstur ella ikki, sigur Jógvan Páll Lassen, sum umframt at vera sakførari hjá Sea Shepherd, eisini er grindamaður.
- Við hesum dóminum hevur Føroya Rættur staðfest, at hvørt einasta grindadráp byrjar við djórapínslu. Tá vit seta ferð á grindina, pína vit hana. Tá vit reka hana, volda vit henni pínu. Ikki óneyðuga pínu, tí hon verður rikin til sláturs, men kortini pínu. Men hvat um grindin sleppur? Eru vit so øll sek í djórapínslu, spyr royndi sakførarin.
- Tá rætturin nú hevur staðfest, at tað er djórapínsla at reka hval út úr firðunum, hví er tað so ikki tað, at reka teir upp á land? Er tað so eisini brot á djóraverndarlógina, tá bátar sigla fram við fuglabjørgum? Óljóðið frá bátum og motorum kann hugsandi eisini volda fuglunum óneyðuga pínu, førdi hann fram í verju síni av Jessie Treverton.
- Dómurin er eitt tap fyri føroyingar, eitt klárt sjálvmál. Umframt at vit nú kunnu vænta at fáa bót fyri at reka hval inn ella út úr firðum okkara, so hevur Føroya Rættur staðfest, at vit volda hvalunum pínu. Og Sea Shepherd hevur fingið ein danskan myndugleika í Føroyum at staðfesta, at rakstur av hvalum er djórapínsla, sigur hann harmur.