Eitt øki fyri framtíðina

Tað sigur Finn Mørk, sum av Bjørn Kunoy fekk heitið jarðfrøðingur í heimsflokki, og hevur staðið fyri jarðfrøðiliga partinum

Ein teirra, sum Bjørn Kunoy rósti nógv, var jarðfrøðingurin, Finn Mørk.
- Mítt arbeiði hevur verið tann meira jarðfrøðiligi parturin. At syrgja fyri, at tær dokumentatiónir sum krevjast í havrættarsáttmálanum eru uppfyltar, og tað snýr seg mest um jarðfrøðiligu mennigina í økinum, tað vil siga tann formin, sum økið hevur norðan fyri, sigur Finn Mørk.
Og tað, at hann svarar til tað ið krevst í havrættarsáttmálanum.
- So tað hevur veið mín høvuðsuppgáva, at loysa teir teknisku trupulleikarnar, sum hava verið, sigur Finn Mørk.
Føroyar hava sostatt fingið tillutað hetta stóra økið, men spurningurin er, hvat kann finnast í undirgrundini har.
- Tað fyrsta, ið kemur til hugs á einum landgrunni, er olja og gass. Men tann vitan, vit hava nú, tilskilar ikki, at tað skuldi verið so. Men tað kundi hugsast, at vit finna grundevnir við virðum í økinum, evnir, sum verða nýtt í hátøknis framleiðslu, eitt nú vindmyllur og fartelefonir, sigur Finn Mørk.
Tey støðini, ið hesi evnir finnast, er úti á djúpum vatni.
- Tað skal tó sigast, at tað liggur ikki beint til høgra beinið, tí tað er alt ov dýrt at útvinna sum nú er. Men tað kanska kemur, bæði sum prísurin á ráevnunum fer upp, og sum tøknin mennist, sigur Finn Mørk.
Eisini hann hedur, at økið, Føroyar fáa tillutað, er nøktandi.
- Ja, tað haldi eg. Noreg og Ísland hava eisini síni krøv. Noreg er longu góðkent og Ísland verður tað kanska longu í ár, so tað man vera á einari góðari leið, sigur Finn Mørk, jarðfrøðingur.