Eitt kært minni um Arnhild Sivertsen, við Gjógv

Minningarorð

 

3. febr. 2001 varð hon kallað heim til Harran.

Arnhild varð fødd 29. okt. 1931, dóttur Mariannu og Petur Joensen, við Gjógv.

Abbi hennara var Petur Chr. Joensen og omman var Henrietta Joensen, við Gjógv. Petur Chr. Joensen hevði handilin og postin við Gjógv, og tá ið hann doyði, tók pápi Arnhild, Petur Joensen, á seg handilin og postin og hevði hann líka til hann doyði í 1985. Eftir tað tók Arnhild alt upp á seg, til handilin læt aftur fyri nøkrum árum síðan. Hon hevði eisini postin, sum er eitt ábyrgdarfult arbeiði. Gekk hvønn dag í hvørt hús í bygdini við posti og hetta gjørdi hon til fullnar.

Arnhild giftist við Sofus Sivertsen frá Gjógv og tey fingu tveir dreingir, Petur Meinhard og Kristjan Andrass. Arnhild misti mannin í 1976, og tá vóru teir smádreingir. So ábyrgdin var stór. Nógv var at gera við hoyggi, velta eplir og síðan seyðurin o.s.fr.

Arnhild misti mammu sína, tá hon var í 2?3 ára aldri og tá var fastir hennara Alexandra um 20 ára aldur og tók sær av henni har í húsinum.

Alexandra og Ólafur Guðmundsson giftust 6. apríl 1968. Alexandra doyði 1. august 1977. Síðan eg kom at kenna Arnhild fyri uml. 15 árum síðan hevur ein hjartaligur felagsskapur verið knýttur millum okkum báðar. Minnist fyrstu ferð, tá eg saman við Ólafur Guðmundsson kom inn til Arnhild og húski, tann kærleikshitan ein merkti og blíðskapur, ja, soleiðis hevur tað verið øll hesi árini, líkamikið nær tú kom til Gjáar.

Vit báðar vóru góðar við hvørja aðra og kundu altíð hjálpast at við ymiskum eisini, tá hon vitjaði í Havnini.

Tað, sum gleddi Arnhild mest av øllum var ommudótturin, sum Kristjan Andrass og Britta svigardótturin eiga, sum nú er skjótt hálvtannað ár. Tey búgva í Danmark.

Ja, saknurin er stórur hjá okkum øllum, sum varða av, og tað verður tómligt at koma til Gjáar og eingin Arnhild er. Harrin verði við tykkum og hjá tykkum, Petur Meinhardi og Kristjan Andrassi.

Friður verði við minninum um Arnhild.



Anna Oluffa Sloan