Eitt grovt brot á rættartrygdina

Løgmálaráðið brýtur rættartrygdina hjá Elektron og peningastovnunum, tá ið ein skipan, sum tey hava fingið loyvi til, verður jarðløgd. Tað heldur Kristian Magnussen, limur Javnaðarfloksins í Rættarnevndini. Hann vil hava løgmann og landsstýrismálanevndina upp í málið um Gjaldskipanina, so tað fæst aftur á rættkjøl

Løgmaður og landsstýrismálanevndin eiga at fara álvarsliga inn í málið um Elektron og Gjaldskipanina og seta Høgna Hoydal landsstýrismann upp á pláss.
Tað sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður og limur í Rættarnevndini hjá løgtinginum, sum er púra sannførdur um, at Høgni Hoydal sýnir ósaklig atlig í sínari stremban eftir at steðga Gjaldskipanini hjá Elektron og peningastovnunum.
Í fyrstu atløgu fekk Elektron loyvi frá Dátueftirlitinum til at fara undir Gjalskipanina, sum fór at virka tíðliga í fjør. Tað vildi Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, ikki lata sær lynda. Hann setti tí eina nýggja kunngerð í verk í summar, sum beinleiðis leggur eftir peningaflytingum hjá peningastovnunum. Í síðstu viku kom Dátueftirlitið til, at nýggja kunngerðin forðar nýggjum kundum og upplýsingum at koma í Gjaldskipanina. Sostatt er skipanin í roynd og veru steðgað hálvt annað ár eftir, at hon fór at virka.
? Hetta svarar til, at tú skalt byggja og fært byggiloyvi. Tá tú hevur fingið húsini upp at standa, men manglar vindeygu og hurðar, fært tú at vita, at tú sleppur ikki at byggja víðari. Tú mást gjarna búgva í húsunum, men sleppur ikki at gera tey liðug. Gjalskipanin kann heldur ikki koyra í hálvum gekki, sigur Kristian Magnussen.
Í kunngerðini frá 16. juni 2003 er farið beinleiðis eftir peningastovnunum, og allir aðrir stovnar, eru hildnir uttanfyri.
? Hetta er grovt brot á alla rættartrygd, og landsstýrismaðurin hevur ikki umsitið á fullgóðan hátt. Eftirlitið við landsstýrismonnum liggur hjá løgmanni, og tí má hann taka sær av, at fáa málið aftur á rættkjøl. Tað álitið mugu vit hava á honum, sigur Kristian Magnussen.
Ger løgmaður einki, kann løgtingið reisa misálit á antin løgmann ella Høgna Hoydal. Men Kristian Magnussen ivast í, um tað loysir seg hjá samgonguni, tí eitt misálit vendir til eitt álit, um tað verður felt í tinginum.

Øðrvísi aðrastaðni
Tað er bara í Føroyum, at serligar treytir um flytingar uttanlands hjá eitt peningastovnum verða heftar upp í lógina um viðgerð av persónsupplýsingum. Hvørki í Íslandi, Noregi ella Danmark eru serlig atlit til flytingar hjá peningastovnum. Loyvt er at flyta persónsupplýsingar til trygg lond, og kunngerðirnar til lógirnar snúgva seg einans um undir hvørjum treytum, flytast kann til ótrygg lond.
Í Føroyum hava nøkur atlit sníkt seg inn, sum stava frá 1994, tá forðast skuldi peningastovnum at flyta edv-samskifti av landinum. Í hesum føri er ikki talan um trygd hins einstaka, sum er endamálið við lógini, men um vinnupolitikk, hevur Turið Debes Hentze, forkvinna í Dáturáðnum ført fram.
? Tað er púra burturvið, heldur Kristian Magnussen. Um vit skulu forða peningastovnunum serliga, so skuldu vit havt eina serlóg, har tað stóð svart upp á hvítt.

Álit er ikki lóg
Kristian Magnussen viðgongur, at løgtingið hevur verið í so vinglut í málinum. Álitið til lógina um viðgerð av persónsupplýsingum nevnir peningastovnarnar og loyvir landsstýrismanninum at gera kunngerð, sum útgreinar lógina á hesum øki. Kortini er hann sannførdur um, at landsstýrismaðurin hevur borið seg skeivt at og fer at tapa málið í rættinum, um tað kemur so vítt.
? Eitt álit er ikki lóg. Tað hevur Hægstirættur fleiri ferðir tikið avgerð um. Gamaní loyvir hon landsstýrismanninum at gera eina kunngerð, men spurningurin er, um tað eru saklig atlit, sum Høgni Hoydal hevur tikið. Lógin sigur einki um peningastovnar ella Gjaldskipan. Lógin snýr seg einans um persónsvernd og ikki vinnuforðingar. Tí fer landsstýrið at tapa hetta málið, og tað verður skattgjaldarin, sum skal bløða, sigur Kristian Magnussen, løgtingsmaður.