Eitt forvitnisligt oyggjasamfelag

Sum greitt varð frá í Sosialinum í seinastu viku var í døgunum 11-14. mai ein bólkur úr Føroyum á vitjan á oynni Skye, vestantil í Skotlandi.

Ferðin var fyriskipað av Óla Breckmann, sum fyrr hevur skipað fyri líknandi ferðum

Henda vitjan var ein partur av royndunum at fáa skapað samband millum oyggjasamfeløgini bæði. Serstakliga var vitjanin ætlað sum ein kunning um arbeiðið, sum verður gjørt á Isle of Skye at varðveita og menna gæliska málið, sum er tað upprunaliga málið í hesum partinum av Skotlandi. Fremsti talsmaðurin fyri hesum royndum á Isle of Sky er Sir Iain Noble, sum er maðurin aftan fyri gæliska lærda háskúlan á Skye, sum verður umrøddur í eini seinni grein. Noble er sannførdur um, at orsøkin til, at tað hevur gingist so væl í Føroyum, er, at føroyingar hava sítt egna mál og egnan samleika, og at hetta eisini er loysnin fyri skotar.

Hetta er tann fyrsta frásøgnin frá hesi áhugaverdu ferðini. Tær næstu fara at snúgva seg um gæliska háskúlan og um Sir Iaian Noble sjálvan.

Í hesi grein verður greitt frá hesum lítla oyggjasamfelag, sum vit hava heilt fitt til felags við. Hetta er ikki minst aktuelt nú vit, umframt flogrutuna til Skotlands, eisini sleppa hagar við Norrønu, og tá verður lætt at koma til pláss sum Isle of Skye við bili. Tað er nevniliga brúgv yvir á oynna. Í hesum sambandi kann nevnast, at í fyrstuni var nógv rok um brúnna, sum kom í 1995, tí nógv noktaðu at gjalda brúgvagjald, sum var eitt tað hægsta í Europa. Men síðan 2004 er brúgvagjaldið avtikið.

Vit fingu á ferðini váttan fyri, at tað eisini á Isle of Skye er áhugi fyri Føroyum. Í hesi vikuni er tíðindamaðurin Cailean Machean í Føroyar í samband við, at hann ætlar at gera sjónvarpssendingar úr Føroyum á gæliskum, sum síðan skulu sendast í BBC.

 

Nakað størri ein Føroyar

Oyggin Skye er gott og væl til støddar sum Føroyar, einar 1.700 ferkm. Høvuðsbýurin er Portree við umleið 3.000 íbúgvum. Gongdin í fólkatalinum hevur verið tann mótsetta av gongdini í Føroyum. Í 1841 búðu 23.000 fólk á Skye. Tá vóru færri enn 10.000 í Føroyum. Í 1971 var fólkatalið komið niður á 7.000 og er síðan hækkað aftur til eini 12.000, og roknað verður við framhaldandi vøkstri. Hetta merkir, at hetta er eitt av teimum fáu økjunum í skotska útjaðaranum, har fólkatalið økist. Hetta kemur fyrst og fremst av, at arbeiðsloysið er lítið, og tað er eisini minkandi, og hetta koma vit aftur til í tær komandi greinirnar.

Høvuðsvinnan er ferðafólkavitjan, og er tað lætt at skilja, so vakurt sum her er. Almenn umsiting, sum fyrst og fremst liggur í Portree, munar væl. Tað er nakað av fiskivinnu, landbúnaði og smáídnaði sum til dømis whiskyframleiðsla.

 

Eitt sindur av fiskivinnu

Vit tosaðu vit ein fiskimann í bygdini Elgol. Her er fiskiveiða høvuðsvinnan. Í bygdini eru áttta bátar, sum dreggja eftir jákupsskel og gevur hetta fitt av arbeiði. Men her merkja teir eisini altjóðagerðina. Skeljarnar verða partvíst sendar við flogfari til Taiwan at pilka ella hola, og so verður lidna vøran flogin heim afttur! Hetta verður gjørt hóast uppá seg lágt lønarlag har á leiðini.

Ein trupulleiki hjá fiskimonnum her er, at inni á meginlandinum ber til at fáa tollfría olju fleiri staðni, men hetta ber ikki til á Isle of Skye. Fiskimenn skilja ikki hendan mismun og royna at fáa hann rættaðan.

 

Gudstænasta uttan ljóðføri

Samfelagið er rættiliga konservativt eins og oyggjasamfeløg ofta eru. Har eru framvegis kirkjur, har tey ikki vilja hava orgul ella annað ljóðføri, eins og tað var her á landi fyri einum 100 árum síðan. Tað stríð, sum vit høvdu tá í Føroyum, hava tey framvegis, við spliti millum kirkjurnar. Í kirkjuni eru forsangarar og sungið verður beinleiðis úr Dávids sálmum í Bíbliuni. Lagið tykist at vera tað sama til allar sálmar og minnir ikki sørt um Kingo.

Á eini samkomu vóru vit spurdir um siðin hjá útróðrarmonnum hjá okkum at syngja, tá ið farið var til útróðrar og komið varð aftur. Teir hava havt nakað tað sama sum vit, men hetta vóru sangir, sum vóru gjørdir serstakliga til útróður, og endamálið við hesum sangi var at rógva í takt við sangin.

 

Upprunin til Mac Donald

Vit hildu til í Sleat, sum er ein hálvoyggj, og sum er tann partur av Isle of Skye, sum er nærmast brúnni yvir á meginlandið. Hetta er kanska eisini tann partur av oynni, har viðurskiftini líkast mest teimum á fastlandinum.

Sleat man vera um 100 ferkilometrar til støddar, umleið sum Borðoy, og her búgva um 800 fólk spjadd í smáum bygdum ”townships”. Verður farið nóg langt aftur í tíðina hevur fólkatalið verið 2.000 í økinum, men í mun til tey seinastu árini hevur fólkatalið ment seg aftur.

Øll kenna ættarnavnið Mac Donald. Men tey munnu vera fá sum vita, at tað kemur upprunaliga frá Sleat, har Mac Donald ættin so ella so eigur stóran part av oynni.

Sleat er eitt mentunarliga virkið økið, eisini tá ið tað snýr um festivalar! Tað er ein Skyefestivalur her , sum varar heilar tvær vikur, frá 13. til 27.juli. Tey sum hava áhuga kunnu fara inn á heimasíðuna:

HYPERLINK www.skyfestival.com Www.skyfestival.com

 

Skúlagongd

Í Bretlandi yvirhøvur fara børnini í skúla fimm ára gomul, og tey ganga í grundskúla, til tey eru 12 ára gomul. Tað er annars ikki allir føroyingar, sum halda hetta vera so skilagott. Havi hoyrt sum føroyska familju i Bretlandi, sum er flutt til Føroyar fyri at sleppa undan at koyra børnini so tíðliga í skúla.

Á Sleat er ein skúli fyri alt økið, og her ganga eini 60 børn. Vit tosaðu vit yvirlæraran á skúlanum. Nú hevur so nógv verið tosað um orsøkina til, at tað er so trupult at fáa skúlaleiðarar í Føroyum. Ein orsøk sigst at vera lønin. Vit hava gjørt lærarafelagnum tann beina at kanna, hvør munur er á einum lærara og einum yvirlærara á einum slíkum skúla. Fyrstilærarin fær 44.000 serling pund árliga, meðan hægst lønti lærarin fær 33.000. Viðbótin er tískil ein triðingur og tykist at vera hægri enn í Føroyum.

Annars stóð at lesa í bløðunum, at børnini í skúlanum í Sleat hava skipað fyri tiltøkum at útvega hjálp til børn í Afganistan, so her hugsa tey eisini um onnur.

Við 12 ára aldur verða øll børn á oynni send til ein felagsskúla í høvuðsbýnum Portree, har tað eru umleið 600 næmingar. Hetta merkir, at farast skal við bussi, og hetta kann væl taka ein tíma ella longri hvønn vegin.

 

Politikkur

Fyri kortum hevur verið val til skotska tjóðartingið og til lokalu býarstýrini, og hetta var eitt gott høvi til at spyrja fólk um teirra politisku støðu. Hesin partur av Skotlandi plagar vanliga at stuðla tí liberala flokkinum til parlamentsval, eins og tey gera í Hetlandi og Orknoyggjum. Men tað nýggja við hesum valinum var, at SNP, skotski tjóðskaparflokkurin, rættiliga hevur fingið vind í seglini og gjørdist tann størsti flokkurin í skotska tinginum. Hetta er ein støða, sum Labour nærum hevur havt einarætt til árini frammanundan. Hetta er eisini endað við, at SNP hevur fingið sessin sum ”løgmaður” takkað veri stuðul frá teimum tveimum grønu tingliminum. Tað verður tó mett, at flokkurin fær tað trupult, tí hann hevur ikki meiriluta aftanfyri seg og noyðist at arbeiða við skiftandi meirilutum. Arbeiðið kann koma meira at snúgva seg um dagligar trupulleikar, heldur enn um sjálvstýri og loysing. Men hetta er ein politisk kollvelting kortini.

Á samkomuni fyri innbodnum hittu vit fleiri, sum av heilum huga stuðlaðu skotska tjóðskaparflokkinum og einum sjálvstøðugum Skotlandi, tó innan tað bretska kongahúsið.

Hóast Skotland hevur eitt sag av sjálvstýri, hava teir kortini sera lítið at siga. Til dømis hevur tingið nærum onga ávirkan á skattir og gjøld, sum verða latin til tað almenna. Skattur verður eisini goldin benleiðis til London, sum so sendir peningin aftur til Skotlands sum ein blokk at býta út aftur. Vit kenna ikki tølini fyri Skotland, men tá ið FF-blaðið var í Hetlandi fyri einum góðum ári síðani, varð upplýst, at teir fingu minni av peningi aftur úr London, enn teir sendu hagar. Teir nýtast tí ikki at hava samband við Ongland av fíggjarligum ávum. Her man oljan telja nógv, og tað ger hon eisini hjá Skotlandi yvirhøvur.

Eitt, sum eisini øsir skotar, er at bretsku kjarnokruvápini verða goymd í Skotlandi, meðan ein møgulig avgerð um at nýta tey verður tikin í London. Her merktist eisini andstøðan móti Tony Blair og hansara Labour flokk vegna Irakkríggið, sum tey halda tykist vera meira og meira høpisleyst.

 

Blaðútgáva

 

Tað finst eitt blað, sum verður givið út á Isle of Skye, og tað eitur West Higland Free Press, sum er byrjað fyri 35 árum síðani, og tað kemur út eina ferð um vikuna. Blaðið er 32 síður og hevur nakað sama tilfar, sum vit kenna frá okkara bløðum millum annað við nógvum ítrótti. Onkrar greinir eru skrivaðar á gæliskum.

Onkur áhugaverd fiskivinnutíðini eru eisini. Sum til dømis um eitt rækjutrol, sum kann skilja óynskta hjáveiðu burtur úr.

Í onkrari grein verður fýlst at tí vánaliga flogsambandinum, sum tey hava. Her er gingið aftur á, tí tað flogsamband, sum tey høvdu varð niðurlagt fyri 20 árum síðani. Nærmasti altjóða flogvøllur er Aberdeen, og hagar tekur tað minst fýra tímar í bussi, og tá verður tað nokk so strævið.

Nærmasti stórbýur er annars Inverness , har tað eisini er fløgvøllur til innanlands flúgving.

Annars verður sagt, at tá ið konufólkið rættuliga skala fara til handils, fara tær til Inverness, og hagar man tað taka einar tveir tímar við bili.

 

 

 

Sunnudagurin verður hildin heilagur

 

Sunnudagurin verður hildin heilagur. Inntil fyri kortum var næstan alt stongt sunnudag, ja, sjálvt lokala burgarabarrin var stongd. Bussar koyrdu ikki og ferjur sigldu heldur ikki ella nærum ikki. So hjá teimum, sum ikki høvdu bil, bar illa til at ferðast. Í 2000 var uppá tal at hava eina fólkaatkvøðu um spurningin, men hon hevur ikki verið enn. Men gongdin er kortini tann, at meira og meira er loyvt sunnudag. Sagt verður, at á grannaoynni Lewis eru tey enn meira konservativ á hesum økinum.

Tað eru tvær kirkjur í Sleat. Tær hava tvinnar gudstænastur sunnudag. Onnur er á enskum og hin á geliskum. Mikudag er gudstænastan á báðum málum.

Gott ferðamál

 

Niðurstøðan av hesi grein er, at hjá tí, sum kortini fer til Skotlands at ferðast, er ein avstingari til Isle of Skye ein sjálvfylgja.