TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við ein vónbrotnan framherja hjá FC Suðuroy, Jón Krosslá Poulsen, aftaná, at niðurflytingin hjá FC Suðuroy var veruleiki, aftaná 0-2 tapið hjá FC Suðuroy ímóti HB.
Jón er tó vónríkur um, at FC Suðuroy kann vinna seg upp á ovastu rók aftur, tí hann heldur, at FC Suðuroy hevur nógvar ungar, evnaríkar spælarar, sum kunnu standa seg.
Jón hevur eisini sína greiðu meining um hvussu Suðuroyggin kann fáa eitt lið, sum kann verða í toppinum í effodeildini. Tað verður bara gjørt við einum sterkum felags Suðuroyarliði, sambært Jóni.