Eitt felag afturat í FC Amager

Á heimasíðu sínari boðar Kløvermarken frá, at endaliga avgerðin varð tikin á eykaaðalfundi hjá felagnum

- Vit eru sera fegin og errin um, at Kløvermarken FB er við í FC Amager. Talan er um eitt stórt og siðbundið felag á Amager, og vit eru tí vís í, at eisini Kløvermarken kann geva nógv til projektið kring FC Amager, sigur Todin Jónsson, nevndarformaður og virkandi stjóri í Fremad Amager. FC Amager verður veruleiki tann 1. juli í ár. Higar til eru Fremad Amager, Kastrup og Kløvermarken við í samanleggingini.