GRUNDLÓG
Ein føroysk grundlóg skal setast aftur á sporið.
Næsta stigið í ætlanini er, at eitt grundlógarráð skal setast, sum er valt á einum vali, har øll, sum hava valrætt til løgtingið, kunnu velja.
Uppskotið var fyri á landsstýrisfundi tann 21. november, og formaðurin og skrivarin í grundlógarnevndini, ávikavist Jóan Pauli Joensen og Kári á Rógvi, hava verið og kunnað politiskar flokkar um málið.
Alment kjak
Øll fólk, sum hava 20 stillarar aftan fyri seg, kunnu stilla upp til grundlógarráðið.
? Endamálið við einum fólkavaldum grundlógarráði er at fáa eitt alment kjak um ávís grundleggjandi mál undir einum demokratiskum rættarsamfelagi ? eitt nú mannarættindi, rættartrygd og rættin til náttúrutilfeingið, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Hóast stórt arbeiði er lagt í grundlógararbeiðið higartil, so hevur tað verið eitt heldur afturlatið kjak. Fólksins rødd er ikki hoyrd enn. Við einum fólkavaldum grundlógarráði, væntar landsstýrið, at tann parturin av kjakinum kemur við.
Grundlógarráðið skal kunna halda ting, eins og vártingið í gomlum døgum, har ávís evni verða tikin upp.
? Endamálið er stutt sagt at fáa tað demokratiska elementið fram. Vit kundu saktans havt gjørt eitt uppskot og lagt tað fyri tingið av okkara eintingum. Eitt fyribils uppskot liggur eisini á borðinum, men endamálið við eini grundlóg er, at fólkið stendur aftanfyri og hevur verið við í viðgerðini, sigur Høgni Hoydal.
Ymisk støði
Landsstýrismaðurin, sum hevði sjálvstýrismál undir sær í síðsta valskeiði, ásannar, at ikki øll eru samd um, hvørt Føroyar skulu vera sjálvstøðugt land við egnari grundlóg. Tí er tað heldur ikki vist, at undirtøka fæst fyri leistinum, sum hann nú arbeiðir við.
? Tað eru fleiri mátar at seta eina grundlóg í verk. Antin kunnu vit bíða, til vit hava fingið fullveldi í Føroyum, ella kunnu vit gera ein grundlóg, sum hevur greiðar ásetingar um, hvussu vit kunnu skipa eitt føroyskt fullveldi við fólkaatkvøðu, sigur Høgni Hoydal.
Allir flokkar tóku lut í grundlógararbeiðnum, sum varð gjørt í grundlógarnevndini, har politikarar og embætisfólk luttóku.
Higartil hevur grundlógararbeiðið kostað umleið tríggjar milliónir krónur.