Eitt bakkast fyri øll sum skulu seta búgv

Tað fer at verða einar 40.000 krónur dýrari at fáa grundstykki í Havn, men prísurin fer at hækka um alt landið

Nú fer tað at vera dýrari hjá øllum, sum vilja seta búgv.
Tað verður úrslitið, verður ein ætlan hjá Búnaðarstovuni sett í verk.
Seinastu tíðina hava hvassar atfinningar hava verið um, at almenn jørð er alt ov bílig.
Hesar atfinningar hava myndugleikarnir nú tikið til sín og í eina tíð hevur Búnaðarstovan arbeitt við eini ætlan um at hækka prísin á allari almennari jørð.
Og her er talan um munandi hækkingar, alt eftir, hvar í landinum jørðin er  og, hvørjum standi hon er í. Soleiðis er ætlanin, at jørðin rundanum høvuðsstaðin skal vera nógv dýrast yvirhøvur og jørðin á útoyggj skal yvirhøvur verða bíligast.
Men sum heild er talan um munandi príshækkingar og í summum førum verður jørðin tvær ferðir so dýr, sum hon er nú. Men samstundis verður munurin á dýrasta og bíligasta lendinum væl størri, enn tað er nú.
 
Familjufíggindaligur politikkur
Verður hendan ætlanin sett í verk, verður avleiðingin, at tað fer at vera munandi dýrari at fáa grundstykki at byggja á.
Umsitingin hjá Tórshavnar Býráð hevur leysliga roknað út, at nú fer at eitt grundstykki í Havnini at kosta einar 40.000-50.000 krónur meiri, enn tað er nú.
Hetta eru kommunupolitikarar ikki serliga fegnir um.
- Nógvir flokkar, eisini í samgongu, hava sett familjuna ovast í skjaldrarmerkið og hava boðað frá, at teir skulu føra ein familjuvinarligan politikk, staðfestir Kári P. Højgaard, sum er næstformaður í Runarvíkar Býráði.
- Men hetta er tað beint øvugta, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at í meginøkinum standa hundraðtals húski á bíðilista eftir grundstykki.
- Nógvar kommunur ogna sær byggilendi og gera grundstykkini byggibúgvin áðrenn tey aftur verða seld. Men kommunurnar selja ofta stykkini aftur fyri bíligari enn tað kostar at gera tey byggibúgvin fyri at eggja fólki at seta búgv.
Kommunurnar hava sostatt hall av útstykkingunum. Men hann viðgongur, at hetta er eitt slag av kommunalum stuðuli til tey, sum vilja seta búgv.
Umframt prísin fyri lendið, skulu kommunurnar eisini betala endurgjald fyri mist vetrarbit.
- Jú longri, vit koma burtur frá høvuðstaðnum, jú størri er hesin stuðulin frá kommununum ivaleyst, sigur Kári P. Højgaard.
- Flestu kommunurnar eru hart fyrispentar og tí hava tær verri og verri ráð at lata hendan stuðulin, men noyðast í størri og størri mun at taka sær fult betaltar fyri grundstykkini.
 
Skrúva prísirnar upp
Hann heldur, at prísirnir eru ivaleysa dýrir, sum er.
- Men skal hendan ætlanin hjá Búnaðarstovuni setast í verk, fer tað at vera munandi dýrari hjá kommununum at ogna sær byggilendi og tað fer at føra við sær, at færri grundstykki vera, hóast umsóknirnar um grundstykki verða fleiri og fleiri.
Kári P. Højgaard sigur, at tað almenna eigur helmingin av allari jørð.
- Verður hetta sett í verk, skulu nógvar kommunur betala tvær ferðir so nógv sum í dag, fyri at fáa lendi til sethús, barnagarðar, ellis- og røktarheim o.s.fr.
Hann heldur, at Landsstýrið átti heldur at gjørt tað so bíligt hjá kommununum sum gjørligt at útvega sær lendi til at byggja á.
- At útvega byggilendi er eitt tiltak, sum kemur almenninginum til góðar. Tí tænir tað ongum endamáli at skrúva prísirnar upp, tí tað rakar eina og aleina borgaran, sum skal hava grundstykkini at byggja á.
Kári P. Højgaard heldur, at ístaðin fyri at skrúva prísirnar upp, skuldi kommunurnar heldur fingið fult ræði á tí lendi, sum er sett av til at byggja á.
- Samstundis skuldu kommunurnar fingið rættin til at stykkja út so hvørt, men ikki fyrrenn stykkið varð selt, skuldi peningurin fallið til gjaldingar.
-Tað kundi hildið prísinum niðri, leggur hann afturat.
- Sum støðan er nú, tekur tað í allar besta føri eitt hálvt ár, frá tí at ein kommuna ger av at ogna sær eitt lendi, til hon fær tað.
- Prísirnir hækka alsamt, so hetta árið eru prísirnir vanliga hækkaðir nøkur prosent, samstundis sum tey, ið skulu hava eitt grundstykki, noyðast at leiga.
- Vildi samgongan føra ein familjuvinarligan politikk, skuldi hon gjørt tað øvugta av tí, hon ger nú.
 
Borgarin við sviðusoð
Hesin er borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, púra samdur í.
- Tað tekur alt ov langa tíð at fáa fatur á byggilendi og tí verða bíðilistarnir bara longri og longri. Og tá ið tað ikki ber til at nøkta tørvin, fer prísurin upp, sigur Heðin Mortensen.
Hann leggur afturat, at einasti vegur at fáa prísin á húsum og grundstykkjum at lækka, er at hava nógv stórt útboð. Men tað er ómøguligt, sum støðan er nú, tí tað tekur alt ov drúgva tíð at fáa fatur á byggilendi.
Umframt at vera borgarstjóri í Runavík, er Kári P. Højgaard eisini løgtingsmaður. Og hann ger greitt, at verður hendan ætlanin ikki slept, fer hann at taka málið upp í Løgtinginum. 
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, staðfestir, at tann einasti, sum verður við sviðusoð av hesum, er meinigi borgarin, sum skal seta búgv.
- Skal hetta vera politikkurin hjá samgonguni, skilji eg púra onki.
Hann sigur, at skal endamálið vera, at øll skulu fáa tak yvir høvdið, skuldi landsstýrið heldur roynt at gjørt byggilendi bíligari, ístaðin fyri at gera tað dýrari.
Hann stúrir fyri, at hetta fer at raka tey serliga hart, sum skulu seta búgv úti á bygd, tí har er hvørt grundstykkaøki ikki so stórt og sostatt verður tað kanska tyngri hjá hvørjum einstøkum.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, áðrenn blaðið fór til prentingar