Eisini størri innflutningur

Innflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar í ár er stívliga 600 miljónir krónur størri enn somu mánaðir í fjør. Av hesum vøkstri eiga olja og skip meiri enn helmingin.

Vinnan innflytir meir í ár. Alivinnan brúkar meira fóður, og tað sæst aftur í innflutninginum av fóðuri. Eisini er innflutt meira tilfar til ídnaðin. Har er økingin meiri enn 100 miljónir krónur.

Higartil í ár er innflutt fyri 979 miljónir krónur av brennievni. Hetta er tað mesta nakrantíð fyri tíðarskeiðið januar til oktober - ella ein vøkstur á út við 200 miljónir krónur. Vøksturin stavar frá príshækkingum, tí í litrum eru umleið 5% minni innflutt.

Nøgdin er í dag áleið tann sama sum í 2002, meðan virðið er næstan trífaldað. Oljuprísurin hevur sveiggjað nógv seinastu árini, og hetta sæst eisini aftur á innflutningsvirðinum av brenni- og gassoljuni, sigur Hagstovan.