Eisini Liktinstein hevur rokkið minniligum fótbóltsúrslitum

(Ljóðbrot) Hoyr Ivan Eginsson Eysturland greiða frá fótbóltssøguni hjá Liktinstein, og teirra minniligastu løtur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fyrsta partin av samrøðu við smátjóða-serfrøðingin, Ivan Eginsson Eysturland, ið býr í Klaksvík, og heldur eitt vakið eygað við hvussu smátjóðir klára seg, bæði samfelagsliga og ítróttarliga.

 

Í hesum fyrsta partinum greiðir Ivan Eginsson Eysturland frá fótbóltssøguni hjá Liktinstein, sum bæði byrjar áðrenn og aftaná okkara altjóða fótbóltssøgu. Liktinstein fekk altjóða limaskap í 1974, meðan Føroyar fingu altjóða limaskap í 1988. Kortini byrjaði Liktinstein ikki at taka lut í undankappingum fyrrenn fýra ár aftaná Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í Landskrona. Kortini spældi Liktinstein venjingardystir ímóti FIFA-londum longu í sjeytiárunum. Ivan Eginsson Eysturland heldur, at Liktinstein fekk íblástur frá minniligu byrjanini hjá Føroyum í EM-undankappingini fyrst í 1990-unum.

 

Ivan Eginsson Eysturland kemur eisini inn á kendar spælarar hjá Liktinstein, sum t.d. málverjin Peter Jehle (myndin), sum hevur spælt heilti 117 landsdystir fyri pinkulandið í alpunum. Peter Jehle er 34 ár, og hevur hann vart málið hjá Liktinstein, síðani hann var 18 ára gamal, og verjir hann málið nøkur ár aftrat kann hann seta evropeiskt landsliðsmet. 

 

Føroyar og Liktinstein spæla landsdyst í kvøld klokkan 18 í Marbella í Spania. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptaktssendingin byrjar klokkan 16.30. Til ber eisini at fylgja dystinum beinleiðis á in.fo.