Eisini ein loynilig systir

Smádrongurin, sum løgreglan í Helsingør fann fjaldan í einum bilhúsi, hevur greitt frá, at hann eigur eisini eina loyniliga systir, og henni leitar løgreglan nú eftir. Taå váttar kommunustjórin í Helsingør, Bjarne Pedersen, fyri Danmarks Radio.

Í morgun kom fram, at løgreglan hevði funnið ein seks ára gamlan smádrong undir einari húsarannsón í einum privathúsum í Helsingør. Fyrr hava teir kommunalu myndugleikarnir tikið seks børn frá familjuni, men kommunan visti einki um drongin og tíansheldur systrina, sum hann nú hevur greitt myndugleikunum frá.

Málið í Helsingør hevur vakt ans politiskt, tí fyri tveimum árum síðani fekk kommunan eina ábending um, at ein barn bleiv fjalt í húsinum. Men sambært kommunustjóranum vildu myndugleikarnir ikki loyva kommununi at kanna, um hetta var so.

Nú eru foreldrini, sum eru av donskum uppruna, skuldsett fyri misrøgt.

´