Eirikur Hansen úr Bragdinum gjørdist nummar eitt og vann kappingina við 2 tímum, 51 minuttum og 12 sekundum. Runnið var úr túninum í SMS, runt í Havn, til Kaldbaks og aftur til Havnar. Strekkið var 42,195 kilometrar. Eirikur er beiggi Andrias Hansen, sum í 2008 og 2009 vann Tórshavn Marathon.










