Nú sær út til at Atlantsflog skal einskiljast við fyrst at selja ein triðing síðani ein triðing afturat onkuntíð seinri. Hesin háttur er bert ein annar háttur hjá summum fólkafloks ideologum at avreiða Atlantsflog.
Ein orsøk fyri at einskilja Atlansflog eru sambært Bjarna Djurholm millum annað, at Atlantsflog skal einskiljast fyri at verða meira dynamiskt.
Bjarni man helst ikki vita hvat hetta orð týðir, so eg vil vísa til Gyldendals Dansk Fremmedordbog har millum annað stendur um dynamisk: energisk, handlekraftig, virke ved egen kraft.
Dynamikkur hevur sostatt sermekt Atlantsflog leingi.
So Bjarni og aðrir klókir menn, vinarliga leggi tykkum í geyma týdningin av orðinum dynamiskt áðrenn tit brúka tað.
Poul Michelsen førir fram at Atlantsflog fer á reyvina um ikki tað verður einskilt við 66%. Hetta man verða størsta tvætlið sum er sagt í ár. Eg veit ikki hvar Poul hevur hetta frá. Kanska tað kemur frá ekstremum fólkafloks ideologium.
Tað er als ikki neyðugt fyri eina fyritøku at verða privat fyri at verða vælrikin. Tað eru góðar treytir, gott umhvørvi, gott fólk sum millum annað gera eina fyritøku vælrikna.
Og her er Atlantsflog eisini væl við.
Parteigaraavtala
Onkur hevur rópt upp um, at vit missa Atlantsflog, um vit selja meirilutan. Bjarni Djurholm og aðrir siga, at ein parteigaravtala sum er galdandi í 7 ár skal forða hesum.
Ein parteigaravtala hevur ikki størri virði enn at ein aðalfundur kann broyta hetta. Soleiðis er parteigaraavtala ikki verd tað pappírið, hon er skrivað á. Og skuldi tað hent, at avtalan heldur í 7 ár, hvat hendir so aftaná?
Um 7 ár er bert ár 2013. Hetta eru 2 ár áðrenn 2015, og skula vit blaka eitt gott flogsamband og harvið ein part av visión 2015 fyri borð, bert grunda á nøkrum ekstremum fólkfloksideologium?
Um strategiskan keypara
Her sær út til at Bjarni og aðrir klókir menn heldur ikki rættuliga vita týdningin av strategiskt og strategi.
Enn einaferð vil eg vísa til Gyldendals Dansk Fremmedordbog har millum annað stendur um strategi: planlæggelse af fremgangsmåde til at opnå et ønsket resultat.
Til dømis kunna vit ímynda okkum at Icelandair (ella onkur annar) keypir part av Atlantsflog og saman við øðrum hava ein meirluta. Hesin meirluti metir kanska, at Atlantsflog fær meira burtur úr at verða meira integrerað í Icelandair og hava høvuðsstøð í Keypmannahavn, London, Keflavík ella aðrastaðni. So skal bert ein aðafundur til og ups nú hava vit spælt okkum av við Atlanstflog og vit eru aftur í tíðini áðrenn Atlantsflog, har vit bert hava eitt ella færri flogfar um dagin og kanska bert sum ein millumlending til og úr Keflavík.
Vit mugu minnast til, at Atlantsflog ikki kom fyri at kappast við m. a. Maersk. Atlantsflog kom fyri at arbeiða fyri føroyingar og Føroyar við góðum og stabilum sambandi við umheimin, millum annað í kraft av einum stórum títtleika.
At so kapping eisini kom var eitt eyka pluss.
Tað er av størsta týdningi, at vit hava gott samband við umheimin. Tað verið seg á sjónum og í luftini.
Uttan gott samband við umheimin er tað sama sum at visión 2015 fer í ommu sína.
Eg vóni, at Javnaðarflokkurin og onnur vakna og ikki lata seg lokka av ekstremum fólkafloksideologium sum í besta føri kann blíva til luftkastellir.
Tí mæli eg frá at lurta eftir Bjarna Djurholm, Poul Michelsen og øðrum klókum monnum.
Eg mæli frá at einskilja Atlantsflog.
Lat gott flogsamband við umheimin verða við í visión 2015.
P.S. Ein áheitan til Bjarna og aðrar. Dansk Fremmed Ordbog frá Gyldendal fæst til keyps í bókabúðum og hevur ISBN nummar 87-00-48822-4