Eins góða atgongd til almennan pening

? men tað er ikki galdandi fyrr enn sáttmálin millum Føroyar og Danmark er undirskrivaður, sigur Anfinn Kallsberg í svari til Edmund Joensen, sum hevur spurt um kunning um fullveldi

ÓLAVUR Í BEITI


Edmund Joensen, løgtingsmaður, setti løgmanni tveir spurningar, har spurt verður, um landsstýrið hevur ætlanir um av nýggjum at kunna føroyingar um avleiðingarnar av einum møguligum fullveldi, nú fortreytirnar eru munandi broyttar? Og um landsstýrið ikki sjálvt ætlar at kunna føroyingar av nýggjum um avleiðingarnar av einum møguligum fullveldi, eru so nakrar ætlanir um at lata andstøðuna fáa burtur av játtanini til sjálvstýrismál, so at andstøðan kann útvega føroyingum upplýsingar, sum samsvara við nýggju støðuna?

Í svarinum, sigur løgmaður m.a., at landsstýrið fer sjálvsagt ikki at broyta kunningina grundleggjandi orsakað av at danska stjórnin nú hevur almannakunngjørt sítt samráðingarútspæl. Vit eru í eini samráðingarstøðu. Vit vita ikki hvussu tann endaligi sáttmálin fer at síggja út, fyrr enn hann er liðugur. Tað ber heldur ikki til at siga nakað neyvt um avleiðingarnar, fyrr enn samráðingarnar eru førdar á mál, sigur Anfinn Kallsberg.


Kunningarherferð

Viðvíkjandi seinna spurninginum, sigur løgmaður, at landsstýrið hevur heldur ongar ætlanir um at lata andstøðuni á tingi almennan pening til eina kunningarherferð.

? Tað er landsstýrið sum stendur fyri fullveldisætlanini og samráðingunum við donsku stjórnina, og vit kunna um hetta so nógv sum gjørligt. At latið politiskum flokkum ? tað verið seg andstøðuflokkum ella samgonguflokkum ? pening til at kunna um arbeiðið hjá landsstýrinum, hevði verið brot á allar siðvenjur.

? Men tá sáttmálin er undirskrivaður, er kortini ætlanin, at vit í sambandi við lógaruppskotið um fólkaatkvøðuna eisini fara at leggja fram eitt uppskot um eykajáttan til stuðul til flokkar og fylkingar, sum ynskja at kunna upp til fólkaatkvøðuna.

? Orsøkin til hetta er, at tá sáttmálin er liðugur, er arbeiðið hjá landsstýrinum liðugt, og løgtingið og Føroya fólk skal taka støðu. Hendan avgerð fer at byggja á politiska støðutakan, og kunningin upp undir fólkaatkvøðuna verður tí meira politisk enn faklig. Tí eiga tey, sum eru fyri, og tey, sum eru ímóti, at hava eins góða atgongd til almennan pening, sigur Anfinn Kallsberg í svarinum til spurningarnar hjá Edmundi Joensen.