JAVNSTØÐA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Konufólk eru ikki sjónlig í føroyskum politikki, og á valinum seinasta gjørdist støðan uppaftur verri ? ja vit fóru 14 ár aftur í tíðina, hvat kvinnuumboðan á tingi viðvíkur.
Landsins leiðsla er skipað, og har er støðan enn verri, sjey mans og eingin kvinna skal stýra hesum landi.
Tann 15. apríl kunnu vit hátíðarhalda, at 10 ár eru síðani, at løgtingið samtykti javnstøðulógina, sum hevði til endamáls at tryggja javnari umboðan av kvinnum og monnum.
Hóast Føroyar liggja aftarliga á javnstøðuøkinum, so er hetta als ikki ókent fyribrigdi, at vit ikki lata kvinnurnar sleppa framat ? ella, at kvinnur ikki vilja framat.
Í fleiri londum eru átøk gjørd til tess at broyta hugburð, soleðis at vanlig fatan verður, at kvinnur og menn á jøvnum føti eiga at ávirka samfelagsgongdini og taka avgerðir í felag.
Í Íslandi fóru tey undir eina serliga verkætlan, hvørs endamál var at økja talið av kvinnum í politikki.
Samskipari av hesi verkætlan var Siv Friðleifsdóttir, sum í dag er umhvørvis- og norðurlendskur samstarvsráðharri í íslendsku stjórnini. Vit hava biðið hana greitt okkum frá hesi verkætlanini.
? Einoygt fólkaræði. Einoygdar avgerðir. Einoygt løgting. Einoygt landsstýri.
Soleiðis er fyrsta viðmerkingin frá Siv Friðleifsdóttir, tá vit leggja fyri henni úrslitið av løgtingsvalinum og skipan av landsstýri í Føroyum.
Hon vísir á, at í Norðurlondum hava tey í nógv tey seinastu árini stríðst fyri at fáa fatur á kvinnuligu arbeiðsmegini í kommunustýrum, í tingunum, í stjórnunum og í politikki sum heild.
Men hví er tað so neyugt at hava kvinnurnar við, hvat er tað kvinnur kunnu, sum menn ikki kunnu?
? Fólkaræðið er ikki fullborið, um tey, ið taka avgerðirnar ikki umboða samfelagið so nøkulunda. Eingin hevur roynt at lagt fram prógv um, at kvinnur ikki eru helmingurin av samfelagum. Tað er eingin ivi um, at betri avgerðir vórðu tiknar, um kvinnur og menn tóku avgerðir í felag, tí betri síggja eygu enn eyga, heldur Siv Friðleifsdóttir.
? Kvinnur hava eina aðra bakgrund enn menn, tær hava annan sjónarvinkul enn menn upp á so nógv í samfelagnum, heldur Siv Friðleifsdóttir.
Hon vísir á, at kvinnur í Íslandi leingi hava stríðst fyri sínum rættindum. Eitt dømi er stríðið fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.
Í 1915 fingu íslendskar kvinnur rætt at atkvøða og stilla upp til val. Fyrsta kvinnan varð vald í Alþingið í 1922, men fram til 1970 vóru bert ein ella tvær kvinnur ? onkuntíð eingin, ið varð vald. Í 1978 vórðu kvinnuligu umboðini 5% av tinginum, men í 1983 var ein markant broyting, tí tá stillaði Kvinnulistin upp til valið.
Í 1991 vóru 24% av alþingslimunum kvinnur. Í 1995 vaks kvinnuliga umboðanin eitt lítið sindur til 25%, og tá tók upp seg kjak í Íslandi um, at menningin var steðgað.
Við hesum í huga varð lagt fram uppskot fyri Alþingið um eina tvørpolitiska nevd at økja um kvinnuligu umboðanina. Uppskotsstillarin var Siv Friðleifsdóttir, saman við fimm øðrum kvinnum og seks monnum úr øllum flokkum á Alþingi.
? Í uppskotinum varð skotið upp, at stjórnin setti eina tvørpolitiska nevnd, við umboðum úr øllum flokkum, skrivstovu javnstøðunevndarinnar og Kvennuréttindafélag Íslands.
Nevndin skuldi kunna fólk um, hví tað hevði týdning at fáa fleiri kvinnur í politikki, hon skuldi føra lýsingarherferðir og framleiða faldarar og annað lýsingartilfar.
Í viðmerkingunum til uppskotið varð ført fram, at endamálið var at fáa fleiri kvinnur inn á ting og í bý- og bygdarráð, at skapa ein positivan hugburð fyri hesum í politikki, at eggja fjølmiðlunum til at geva kvinnum í politikki ans og at vísa teimum evnum, tær arbeiða við í politikki, størri áhuga ? og at upplýsa um hugburðin hjá flokkunum til javnstøðu.
Eisini varð víst á slagorð frá ymsum herferðum sum høvdu verið framdar í øðrum norðurlondum. Har kundu tú síggja slagorð sum:
? fleiri kvinnur í kommunustýri
?Kommunustýri ? felags ábyrgd hjá kvinnum og monnum
?Vel kvinnur
?sleppið kvinnunum inn
?Kvinnur á ting
?Mannfólk sum kvinnur ? vel hana
?Vel kvinnu, betri síggja eygu enn eyga
?Vel javnstøðu ? vel títt valevni
?Operatión javnstøða
?Vit eru helmingurin
Uppskotið varð samtykt á alþingi á vári 1998, og nevndin fór í gongd sama heystið. Siv Friðleifsdóttir var forkvinna í nevndini, til hon gjørdist ráðharri í 1999.
? Nevndin arbeiddi sera væl tvørpolitiskt. Kontroversiellar og provokerandi reklamuherferðir vóru gjørdar, sum settu mikið orðaskifti í gongd, sigur Siv Friðleifsdóttir.
Fleiri skeið fyri kvinnur til politiskt arbeiðið vórðu hildin. Opnir politiskir fundir, fundir við fjølmiðlar, ráðstevnur, faldarar vóru gjørdir og fleiri líknandi uppgávur framdar. Kvinnur fingu tilboð um at verða næmingar hjá kvinnum, sum vóru alþingsfólk og kommunustýrislimir.
? Hendan uppgávan varð mest umrødd og førdi til stórt kjak um samfelagsins og flokkana ábyrgd fyri at fáa fleiri kvinnur at koma sær fram í politikki. Hetta var eisini ein lýsingaherferð við ikki sørt av ironi, har floksformenn vóru høvuðsleikarar ? skemtilig til at fáa álvarsama boðskapin fram.
? Okkara floksleiðarar skiltu, ið skiltu skemtið og játtaðu ynskinum frá nevndini um at hjálpa til við arbeiðinum at eggja kvinnum at taka lut í politikki, sigur Siv Friðleifsdóttir.
Í Íslandi stilla flokkarnir valevnini upp í nummarrøð, og so verða tey, ið standa ovast vald, alt eftir hvussu nógv umboð, flokkurin vinnur í ávísum valdømunum. Har verður altso ikki valt persónliga á sama hátt sum her, men tú velur tann, ið flokkurin innstillar. Tí hava floksuppstillingarnar størri ávirkan á, hvør verður valdur.
Siv Friðleifsdóttir sigur, at lýsingarherferðin var gjørd áðrenn uppstillingarnar hjá flokkunum fyri at fáa ávirkan á uppstillingina.
Herferðin og kjakið um hana hjálpti til at kvinnur komu longur upp á listarnar ? fingu tryggari pláss.
? Tað er eingin ivi um, at herferðin fekk stóra ávirkan. Kvinnuumboðanin vaks við 25% (1995) til 35% (1999), sigur hon.
Á kommunuvalinum gekk eisini betur, hóast framgongdin ikki var so markant. Har vaks umboðanin hjá kvinnunum við trimum prosentum, frá 28,2% í 1998 til 31,1% í 2002
Nevndin endaði arbeiðið eftir ætlan fyri síðsta alþingsval, sum var í 2003. Á tí valinum minkaði umboðanin hjá kvinnum niður í 30%.
? Nógvar kvinnu halda nú, at kvinnuumboðanin er komin á tað støðið, ið verður nevnt »glastakið«. Her verður hugsað um tað støðið, ið ringt er at bróta ígjøgnum. »Glastakið« er eitt fyribrigdi, sum vit hava sæð kvinnuumboðanina ligið á í øðrum norðurlondum ? á umleið 30%, sigur Siv Friðleifsdóttir.
Hon heldur, at neyðugt er at hava eitt samanhangandi og tætt javnstøðuarbeiði og ein sterkan vilja í fólkinum og politisku flokkunum, fyri at bróta »glastakið«, so kvinnuluturin alsamt hækkar upp um tey 30 prosentini.
? Tað verður uppgávan at knúsa »glastakið« einaferð fyri allar, so kvinnur gerast ein nátúrligur partur av teimum, sum taka avgerðir, heldur hon.
? Men tað sum hevur verið avgerðandi fyri at fáa fleiri kvinnur í politikk er flokkanna egni vilji, heldur Siv Friðleifsdóttir.
? Vit mugu hava viljan í flokkunum til at sleppa kvinnunum framat, og vit mugu kveikja áhuga teirra fyri politiskum arbeiði, heldur hon.
Siv Friðleifsdóttir vísir eisini á, at politiskir granskarar í Íslandi siga, at um tað eru kvinnur sum eggja øðrum kvinnum til at taka lut í politikki, so eydnast betur, enn um tað eru menn sum gera tað?
Kvinnuumboðan á Føroya Løgtingi
1980 3%
1984 3%
1988 9%
1990 9%
1994 16%
1998 13%
2002 13%
2004 9%
Kvinnuumboðan í Føroya Landsstýri
1981 0%
1985 17%
1988 33%
1989 0%
1989 17%
1991 14%
1993 17%
1994 0%
1996 0%
1998 13%
2002 11%
2004 0%