Verða einnýtishandskar ikki brúktir eftir forskriftunum, eru teir ein falskur tryggleiki. Tað sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan, nú rættiliga nógv fólk í kioskum og handlum, og aðrastaðni, eru farin at brúka einnýtishandskar fyri at forða fyri, at koronasmittan breiðir seg.
– Ein kann framvegis spjaða bakteriur og virus, hóast ein er í handskum, tí korona smittar við dropum í luftini og í andaleiðini.
– Tað er tí vandi fyri, at tú flytur virus frá vøru til nøsin, munnin og eyguni, og at tú verður smittaður við korona.
Tey siga, at tað krevur varsemi at brúka einnýtishandskar og teir kunnu ikki setast í staðin fyri at vaska sær um hendurnar.
Tá ið tú ert í einnýtishandskum, følir tú ikki, tá hendurnar verða dálkaðar. Eru handskarnir vátir innan nørast bakteriur væl í teimum
Starvsfólk í handlum skulu fyrst og fremst vaska sær væl um hendurnar og tey skulu fara í einnýtishandskar, tá tey fáast við vørur, sum ikki eru innpakkaðar.
Starvsfólk við kassan skulu skifta einnýtishandskar ofta. Og annars skulu tey, sum brúka handskar, vera rein og turr um hendurnar, tá ið tey fara í handskar.
Handskarnir skulu skiftast ofta, og teir skulu altíð skiftast í førum har tú vanliga hevði vaskað tær um hendurnar.
Táið handskar ikki verða nýttir meir, ella tá ið tú skiftur handskar, skalt tú vaska tær um hendurnar.
Eru ikki umstøður til at vaska sær um hendurnar við vatni og sápu, ber til at brúka spritt ístaðin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.