Fjepparafelagið hjá føroyska fótbóltslandsliðnum ? 12. maður ? fekk í summar skeinkiloyvið til dystin millum Føroyar og Italia. Nógv varð gjørt burtur úr dystinum, og øl varð selt í tjaldi í nánd av Tórsvølli. Soleiðis verður ikki leygardagin.
12. maður hevur søkt um skeinkiloyvi til dystin, men hevur fingið noktandi svar, veit Útvarpið hjá Kringvarpinum at siga.
- 12. maður fekk skeinkiloyvi í summar, tí felagið hevði 10 ára føðingardag, og tí at Føroyar spældu móti heimsmeistarunum, sigur forkvinnan í Loyvisnevndini, Anna Dam, við Útvarpið
Janus Rein, nevndarlimur í 12. manni, sigur, at tey standa spyrjandi eftir noktandi svarið, tí sambært teimum vóru øll fegin um, at skipað viðurskifti vóru við skeinkingini í sambandi við dystin ímóti Italia í summar.