Í morgin skipar Nýtt Sjálvstýri fyri aðal- og landsfundi í høvuðsstaðnum.
Talan er um fyrsta landsfundin við Jógvan Skorheim á odda fyri flokkinum, men alt bendir á, at tað ikki verður tann seinasti.
Á skránni fyri fundin er nevniliga val av floksformanni og næstformanni, men tá freistin at koma við uppskotum til formansvalevni var úti, var einasta boðið eitt framhald av núverandi leiðslu.
Sostatt er greitt, at Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard halda fram sum ávikavist formaður og næstformaður í Føroya næstelsta flokki.









