Slovakiska skipið »Omer N« holvdist einar 15 fjórðingar úr Gedser. Tað fór á bakborð, og allur yvirbygningurin fór undir. Tíggju menn og ein kvinna vóru við, og tað eydnaðist einum russiskum farmaskipi at bjarga trimum monnum á lívi. Ein tyrla fann ein fjórða mann, men hann var deyður. Teir tríggir menninir, sum vórðu bjargaðir á lívi, eru millum 19 og 24 ár.
Í morgun varð avgjørt at senda kavarar at vita, um nakað var at hoyra til hini sjey, sum eftir øllum at døma eru í tí holvda skipinum. Men kavararnir hoyrdu einki lívstekin. Danska bjargingartænastan sigur, at tey sjey kunnu vera á lívi í onkrum luftrúmi í skipinum, og tí er ætlanin at gera eina roynd afturat at vita, um nakað er at hoyra til teirra.
Øll manningin á »Omer N« er úr Turkalandi. Tað er ikki greitt, hví tað 73 metrar langa skipið holvdist.