Einki hundalív í Sundalagnum

Sunda kommuna og Eiðis kommuna hava í samráð við Føroya landfúta sett aktingarmann til upptøku av leysgangandi hundum.

Eftir trý samdøgur verður upptikin hundur antin avhendaður ella avlívaður.

Tað er við heimild í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni í 1993 um hundar, at Sunda kommuna og Eiðis kommuna - í samráð við Føroya landfúta - hava sett ein aktingarmann til upptøku av leysgangandi hundum.

- Gongur hundur leysur - uttan eigara - á gøtu, vegi, breyt ella øki, sum eru opin fyri vanligari ferðslu, kann aktingarmaðurin í samráð við vaktleiðaran á løgreglustøðini taka hundin upp.

Tað verður sagt í kunning um upptøku av leysum hundum í kommununum báðum.

Um upptikin hundur hevur fyrisett helsi ella spjaldur, sendir løgreglan boð eftir eigaranum. Eigarin hevur tá trý samdøgur at loysa hundin út móti gjaldi, sum stendst av upptøkuni.

- Hevur hundurin ikki fyrisett helsi ella spjaldur, lýsir løgreglan eftir eigaranum. Lýst verður á bygdatalvuni og á heimasíðuni hjá kommununi. Eigarin hevur eisini her trý samdøgur at loysa hundin út móti gjaldi.

Í kunningini verður lagt aftrat, at gjaldið fyri upptiknan hund er 300 krónur fyri upptøku og 125 krónur vistarhald fyri hvørt samdøgur. Eftir trý samdøgur verður hundurin avhendaður ella avlívaður.