Orsakað av mjørka standa flogførini í stað vesturi í Vágunum, og ongar komur eru í løtuni RC451 og RC1455, ið skuldu koma úr Keypmannahavn í morgun, eru vend við aftur; annað aftur til Keypmannahavnar og hitt til Bergen.
Svart er í mjørka vesturi í Vágum, og einki fæst at vita um komur og fráferðir á flogvøllinum fyrr enn klokkan fýra, stendur á heimasíðuni hjá Atlantic Airways.
Ólavsøkugestirnir noyðast aftur í dag at bíða eftir føroyska veðurlagnum. Vanligt er, at mjørki er um hesa tíðina, og ofta liggur hann leingi.
Tíðindi um støðuna á flogvøllinum verða regluliga løgd út á portalin.