Á-handlarnir hava nú verið partur av Too Good To Go appuni síðani 2017, men eingir aðrir handlar ella matstovur í Føroyum eru løgd aftrat síðan tá.
Orsøkin til hetta er sera einføld. Einki umboð fyri Too Good To Go er í Føroyum meira, og av tí sama hevur einki arbeiðið verið gjørt fyri at fáa fleiri í matvøruvinnuni at leggjast aftrat.
- Vit hava fyrr havt eitt umboð í Føroyum. Hann setti seg sjálvur í samband við okkum um at bera kunnleika um Too Good To Go út í Føroyum, og hann fekk samskifti í lag við teir samstarvspartnararnar, ið vit hava har uppi. Tíverri starvast hann ikki longur hjá okkum, og eftirsum at vit ikki hava skrivstovu í Føroyum, verður í løtuni ikki arbeitt við økja um virksemið har, sigur Tanja Møller Andersen, kunningaleiðari í Too Good To Go.
Áhugi hevur annars verið frá onkrum matvøruhandlum og matstovum um at gerast partur av Too Good To Go, og tey í Too Good To Go avvísa ikki møguleikarnar fyri at økja um virksemið, men í løtuni verður einki gjørt við tað.
- Har hevur verið áhugi frá einstøkum handlum og matstovum, men av tí at vit ikki hava umboð til staðar, gera vit heldur ikki virkismarknaðarføring, og sostatt fáa vit heldur ikki nógvar umsóknir. Upp á stutt skygt hava vit ikki ætlanir um at økja um virksemið í Føroyum, men vit vaksa so við og við í Evropa og hava fingið fýra nýggjar marknaðir bara í 2019, so vit eru altíð opin fyri teimum røttu møguleikunum.
Í Too Good To Go eru tey greið yvir, at skal virksemið økjast í Føroyum, so er neyðugt við umboði her uppi. Hóast tey í løtuni ikki aktivt arbeiða fyri at vaksa um marknaðin í Føroyum, so eru opin fyri møguleikum, skuldi rætta umboðið bjóðað seg fram.
- Vit høvdu avgjørt verið opin fyri tí, um tann rætti persónurin bjóðaði seg fram. Tað umboðið, sum vit høvdu har uppi, setti seg sjálvt í samband við okkum, og tað kundi sjálvandi hent aftur, sigur Tanja Møller Andersen.
Føroyska umboðið, sum var fyri Too Good To Go, er ikki longur í Føroyum, men hóast hetta gongur arbeiðið væl, og appan riggar sum ætlað.
- Vit bjargaðu 175 máltíðum bara við Á-handlunum í juli mánaði. Hetta svarar til umleið 445kg av CO2 útláti, sum er tað sama sum tvey flogfør úr París til Keypmannahavnar. Tað er rættiliga væl klárað, sigur Tanja Møller Andersen, kunningarráðgevi í Too Good To Go.