- Eg eri beint nú í ferð við at leggja stokkarnar, sigur Terje.
Hann er í løtuni í ferð við at smíða eitt nýtt seksmannafar til ein mann í Leynum.
Tá stiklarnir eru lagdir, skulu bondini fellast í, og síðani verða bekkir, tollar og annað sum hoyrir til gjørt liðugt.
- Gongur tað soleiðis sum tað ger beint nú, verði eg liðugur við bátin um einar tríggjar vikur, sigur Terje.
Hetta verður ein bátur sum skal hava páhangsmotor, men uttan stýrihús. Eitt slíkt arbeiði tekur vanliga 7-8 vikur í arbeiðstíð.
Eftir hetta standa tríggir bátar og bíða eftir at verða umvældir av Terja. Talan er um ein seksæring, eitt áttamannafar og eitt fýramannafar. Líkt er til, at hann verður ikki arbeiðsleysur við tað fyrsta!
- Einki er tó so spennandi sum at byggja ein nýggjan føroyskan bát, sigur bátasmiðurin, sum hevur arbeiðsstað sítt í sethúsunum á Kjalnesi.
Tann føroyski er best
Hóast honum dámar best at smíða teir føroysku bátarnar, tekur hann sum vera man fegin við tilboðnum um at umvæla bátar.
Terje er tó fult greiður um, at tað helst altíð verða fleiri umvælingar enn nýbygningar frá hansara síðu.
Eins og aðrir føroyskir bátasmiðir kann Terje bara staðfesta tann veruleikan, at plastbátarnir og bátarnir úr glasfipri eru vaksandi í tali.
- Men, sigur Terje. Vit hava kortini brúk fyri tí føroyska bátinum.
- Tann føroyski báturin er nógv róligari í sjónum og so er hann tryggari eisini. Hann er gjørdur til okkara farvatn, meðan hinir ikki eru eins sjógóðir sum hann, slær hann fast.
Sjódygdin er eitt, men kostnaðurin er eisini ein partur av málinum um tann føroyska bátin.
- Bæði tann føroyski báturin og glasfipurbáturin skulu jú haldast viðlíka. Og tja, eg veit ikki, men tað er ein spurningur um ikki tann føroyski báturin er bíligari, tá samanum kemur.
Góðan lærumeistara
Terje er útlærdur húsasmiður, men hevur altíð havt stóran áhuga fyri tí gamla handverkinum, og herundir eisini føroyskt bátasmíð.
Hann var í læru hjá einum av teimum góðu og gomlu føroysku bátasmiðunum, Símun Johan Wolles.
- Símun Johan, - ja, hann dugdi sítt fak. Tað er eingin ivi um tað. Eg kundi neyvan fingið betri lærumeistara enn hann, slær Terje fast.
Terja dámdi sera væl tey modellini, sum lærumeistari hansara nýtti til sítt arbeiði. Og tað eru tí eisini hesi sum eru grundarlag undir teimum bátunum, sum í dag verða smíðaðir á Kjalnesi.
Síðani Terje av álvara byrjaði at smíða føroyskar bátar eru sjey latnir frá hansara hond, meðan tann áttandi í løtuni stendur í gerð.
Seinasti nýbygningur hansara er tann báturin, sum Kiwanis-felagsskapurin fer at burturluta á ólavsøku í ár.
- Í løtuni havi eg onga bílegging uppá nakran nýggjan bát. Men tað fer vónandi at koma, sigur Terje.