Gunnar Breckmann bleiv í síðstu viku dømdur fyri brot á javnstøðulógina, eftir at hann dittaði sær at søkja eftir einum manni til goymsluna í Eikini.
Í langari samrøðu í vikuskiftissosialinum sigur hann, at politiska korrektheitin nú er farin ov vítt. Hann sigur, at í heila tikið eru vit farin av sporinum við so nógvum her í samfelagnum. Einki er loyvt longur, og ongin má siga nakað, heldur hann.
Hann nevnir sum dømi, at allar hansara dagar hevur tað verið púra nátúrligt at siga til dømis nekarakyss. Sigur ein nekarakyss í dag, verða fólk rættað við einum moralskum peikifingri og fáa at vita, at tað er eitt rasistiskt orð, sum er bannlýst.
- Hvat er galið við orðinum nekarakyss? Tað hava vit altíð sagt, líka til orðið “flødebolle” knappliga bleiv meir politiskt korrekt. Mær vitandi hava vit ongantíð sagt nekarakyss í einari neiligari merking. Nú er tað orðið brádliga ein trupulleiki. Nú eitur tað rómabolli, men tað er væl eisini eitt ókvæmisorð, um tað verður misbrúkt, sigur Gunnar Breckmann.
Hann fegnast um, at javnstøða valdar hvønn einasta dag á teimum flestu økjunum. Men í ávísum samanhangum er tað farið ov langt.
- Javnstøðustríðið er langt síðani liðugt. Nú situr maðurin í einum blomstrutum heimi við blondum og alt er kritahvítt. Har verður hann sitandi sum ein sekkur, til hann verður varpaður út, tí hann ikki longur er tann maðurin, sum konan gifti seg við, sigur Gunnar Breckmann skemtandi.
- Dreingir og vaksnir menn eru nógv hjálparleysari í dag enn fyrr. Teir duga ikki longur at lata seg í hosurnar, uttan at teir rópa eftir mammuni. Teir rópa eftir øllum. Hvar eru hosurnar, hvar er sápan, hvar eru gaggurnar, hvar er hetta og hatta. Tað einasta teir finna eftirhondini er fartelefonin, sigur hann.
- Vit mugu so absolut traðka í karakter og veksa við uppgávuni. Curlinghølljsið má simpulthen halda uppat, so tað hvílir eisini ein stór ábyrgd hjá teimum á hesum økinum, sigur Gunnar Breckmann.
Les eina langa samrøðu við Gunnar Breckmann í Vikuskiftissosialinum, um rættarmálið, um javnstøðu og nekarakyss og um Pippi og sigarstovuna.










