Høvuðsfyriskiparin handan tónleikatiltakið í Havn hevur ikki neyðugu orkuna, og ikki hevur borið til at fáa onnur at taka við Tað skrivar Dimmlætting í kvøld.
Bogi Andreasen, sum hevur verið drívmegin handan stóra Asfalt-tónleikatiltakið, sigur við blaðið, at tey hava tosað um tingini, men at tað ikki hevur borið til at fáa nakran at taka við, nú Bogi ikki sjálvur setir sær fyri at standa fyri tiltakinum.
Bogi Andreasen vil tó ikki nokta fyri, at Asfalt verður aftur á skránni í 2009.









