Einir 60 føroyingar hava hýru í rækjuvinnuni

Rækjuvinna

Trý skip eru eftir í føroyska rækjuskipaflotanum. Tey eru kollfjarðartrolarin, Arctic Viking og leirvíkstrolararnir, Havborg og Fríborg.
Umborð á hesum trimum skipum eru umleið 60 føroyskir rækjumenn.
Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag fyri árið í fjør, lá daglønin umborð á hesum trimum skipum úr 1.766 krónum upp í 2.241 krónur, og manningarparturin lá millum 386.000 og 472.000 krónur.
Við frítíðarløn og dagstudningi lá ein miðal hýra umborð á føroyskum rækjuskipi í fjør á 489.000 krónum.
Jóhan Joensen, formaður í Felagnum Rækjuskip, sigur, at raksturin hjá rækjuskipum framvegis er tungur.
- Hinvegin kunnu vit staðfesta, at prísirnir á rækjum ikki vóru fyri eins stórum falli, sum prísirnir á øðrum fiskasløgum vóru, tá altjóða kreppan tók seg upp.
Hann vísir á, at rækjuprísirnir hava líka sum stabiliserað seg aftur, men sum hann tekur til, kundu rækjumenn sjálvsagt ynskt sær, at prísirnir vóru komnir enn longur upp.
- Raksturin er framvegis tungur, og ilt er at spáa um útlitini. Vit vóna tó, at rækjuvinnan, sum árini ganga, aftur fer at gerast ein betri lønandi vinna, sigur Jóhan Joensen, formaður í Felagnum Rækjuskip.
Vit kunnu leggja aftrat, at føroyski rækjuflotin er nógv tódnaður í einum 10-15 ára skeiði.