Á sosialu miðlunum ilskast fólk í dag um, at mong teirra ikki fingu bilin við, tá tey í morgun skuldu við Smyrli.
Eini 50 bilar stóðu eftir á Krambatanga, tá Smyril í morgun fór av Krambatanga.
Ferðandi, har ímillum politikarar, siga sína meing á sosialu miðlunum. Millum annað halda tey tað verða illa avstaðfarið, at hugsað ikki verður um, at hetta er ein av døgunum, har nógv fólk ferðast, tí høgtíð er fyri framman.
Tí meta tey tað vera løgið, at nógvur farmur var við Smyrli í morgun.
Sambært KVF, sum á middegi prátaði við ferðandi og stjóran á Strandferðaluni, var ein orsøk, at nógvur farmur var við Smyrli, og tí stóðu bilar eftir.
Sambært sosialum miðlum, og einum ferðandi, sum KVF prátaði við, var hetta sera óheppið, tí fólk máttu fáa børn og viðføri úr bilunum, og sleppa sær umborð, fyri síðani at finna útav, hvussu tey komu víðari á ferðini.
Á sosialum miðlum, t.d. facebook, er ónøgdin stór við farleiðina um Suðuroyarfjørð, ið er merkt av avlýsingum, og at 50 bilar í morgun stóðu eftir á Krambatanga, hevur fingið fólk til knappaborðið.
Landsstýrismaðurin, ið varðar av samferðslu, Dennis Holm, hevði fyrrapartin hesa viðmerking um málið á sínum vanga á facebook:
Á ovastu politisku dagskrá: Suðuroyartunnil og varandi loysn, meðan okur bíða!
Suðuroyarleiðin er lívsæðrin hjá Suðuroynni – hjá fólki og vinnuni í oynni og øllum teimum, sum vitja í Suðuroynni. Tá okur missa túrar á Suðuroyarleiðini orsaka av veðri ella motorbreki, so rakar tað meint. Tað sóu okur í gjár og dagurin í dag varð eisini raktur.
Í desember lat Sandoyartunnilin upp fyri ferðslu og nú kunnu fleiri enn 90% av føroyafólki koyra í túni hvør hjá øðrum tá tey hava hug – uttan at verða avmarkaði av ferðaætlan, manglandi plássi umborð á skipum, av motorbrekum ella av veðri.
Suðuroyggin skal sjálvandi eisini knýtast uppí føroyska vegakervið. Og tá tað kemur til samferðsluna til Suðuroynna, so er Suðuroyartunnilin ovast á dagsskránni.
Í næstum verður fyrireikingararbeiðið við fíggingarleisti o.ø. í smb. við Suðuroyartunnilin liðugt – og so nærkast málið av álvara politiskari viðgerð og støðutakan.
Tað kann ikki ganga ov skjótt at fáa sett gongd á Suðuroyartunnilin, tað er øllum greitt!
Meðan okur bíða mugu okur tó hava aðra varandi loysn.
Seinni í heyst verður Smyril 19 ár. Tekur tað 8-9 ár at gera Suðuroyartunnilin, so skulu okur dúva uppá siglandi farleið inntil 2032/2033. Og har er verandi Smyril ikki ein varandi loysn.
Saman við Suðuroyartunlinum er loysn fyri siglandi farleiðina um Suðuroyarfjørð á ovastu dagsskrá. Politisk verður arbeitt við loysn, soleiðis at tænastan til ferðafólk og vinnu á siglandi farleið um Suðuroyarfjørð verður so góð sum tilber, meðan okur bíða eftir at koyrandi verður gjøgnum Suðuroyartunnilin.
Greitt er, at tænastan á siglandi farleiðini skal gerst betri, meðan okur bíða eftir Suðuroyartunlinum.