Eingin vinnuligur fiskiskapur um 50 ár

-Hetta er ikki nøkur science-fiction-mynd, men nakað, sum veruliga kann henda um 50 ár, sigur Achim Steiner, sum er stjóri í ST-umhvørvisstovninum UNEP. Í síðstu viku vóru hann og starvsfelagið hansara Pavan Sukhdev á einari ráðstevnu í New York. Sambært BBC søgdu teir millum annað, at halda vit fram við at troyta heimsins fiskastovnar, sum vit gera nú, verður eingin vinnuligur fiskiskapur um eini 40 ár.

Fyri fýra árum síðani kom kanadiski lívfrøðingurin Boris Work við einari tilsvarandi ávaring. Hann hevur seinni sagt, at tiltøk, sum hava broytt gongdina, gera, at hansara upprunaliga meting má endurskoðast.

Tað heldur ST hinvegin ikki. Hóast tann nýggja frágreiðingin hjá UNEP ikki verður almannakunngjørd fyrr enn í heyst, er Achim Steiner ikki í iva um, at niðurstøðan er røtt.

UNEP skrivar í frágreiðingini, at fiskiskip í Vesturheiminum, sum í fleiri førum fáa almennan stuðul, hava høvuðsábyrgdina av, at fiskastovnarnir verða ov nógv troyttir. Metingin er, at fiskimenn í Vesturheiminum fáa umleið 150 milliardir krónur í almennum stuðuli um árið.

Achim Steiner hevur ikki álit á, at vinnan sjálv fer at loysa trupulleikarnar. Tí vóna hann og starvsfelagar hansara í UNEP, at tann komandi frágreiðingin fer at eggja londum til at hava betri eftirlit við fiskiskapinum, sigur BBC.