Vit eiga at bíta merkið í hetta orðið: “Tann, sum sonurin vil opinbera hann fyri”. Nei, ikki fyri vísum og vitrum, t.v.s. slík, ið halda seg sjálv vera vís, sum ikki eru børn, ikki fátæk í andanum, vesæl, blind og nakin í egnum eygum, men við egnari megi royna at vinna rættvísi.
Eyðmjúk børn gerast vit bara, um vit vita, hvat syndaneyð er og hava verið stødd í henni. Hava sæð, at í og úr teirri neyð koma vit ikki við egnari megi. Men bara Jesus kann opinbera hetta fyri eini menniskju.
Trúgva vit øllum tí, sum hin nýggi sangurin sigur um, hvat lambið hevur uppiborið - sangurin, sum í allar ævir skal vera nýggjur og til gleði fyri tey sælu, og hann kortini ongantíð hevur fylt teg við gleði - skilir tú tá ikki, at trúgv tín er deyð?!
Trúgva vit, at vit gjørdust sátt við Guð, tá ið Jesus doyði á krossi meðan vit enn vóru syndarar, og kortini ongantíð hava funnið troyst og gleði í tí, og ongantíð hava fingið frið í okkara sál og sinn, tá er ikki rætt vorðið við trúgv okkara.
Vit hava hoyrt tað mangar ferðir at bara vantrúgvin, ella at vit siga nei takk til Guðs innbjóðing, kann føra til ævigan undirgang. Kortini heldur tú, at tá ið tú sjálvur er óndur og óverdur, so er Guð vreiður inn á teg. Á hendan hátt kann tú av egnum royndum síggja munin á kunnleikanum um Guð, sum vit kunnu siga við hvønn annan, og so tað, ið nevnist: at vera lærdur av Guði.
Amen!