Lógarbroyting
Bjørn Kalsø sigur, at allur ivi um uppskotið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum kemur til triðju viðgerð á tingi í dag, nú er ruddaður av vegnum.
- Broytingin byrgir uppfyri, at endurgjaldskrøv kunnu reisast móti landskassanum fyri broytt ella skerd veiðirættindi í framtíðini.
Hann sigur, at broytingin nú hevur verið til ummælis hjá trimum ymiskum advokatskrivstovum, og hesar eru samdar um, at lógin og viðmerkingarnar eru í lagi og tæna tí endamálið, sum løgtingið vil við broytingini.
- Vit hava fingið vissu fyri, at landskassin við hesi lógini og viðmerkingunum ikki fer at fáa nøkur endurgjaldskrøv, sum annars hevur verið ført fram seinastu dagarnar.
Ivin burtur
Landsstýrismaðurin leggur dent á, at endamálið við hesi broyting hevur verið at staðfesta, at tilfeingið í havinum er ogn Føroya fólks.
- Eg haldi, at upprunaliga uppskot landsstýrisins var í lagi, men seinni bleiv ivi kortini sáddur um orðingar í uppskotinum, sum løgfrøðingar, ið úttalaðu seg, ikki vóru samdir um. Tá hesin ivi tók seg upp, hildu vit tað ikki vera rætt at koyra uppskotið í gjøgnum í táverandi líki.
Bjørn sigur, at hann síðan hevur verið í holt við vinnunevndina, soleiðis at allur ivi um veiðirættindini og tilfeingið sum ogn Føroya fólks skuldi fáast av vegnum, og tá ið málið var til aðru viðgerð á tingi í gjár, varð uppskotið samtykt við at kalla fullum meiriluta.
- Nú hava so eisini hesar tríggjar advokatskrivstovurnar – óheftar av hvørji aðrari - veitt vissu fyri, at fyriliggjandi uppskot er í lagi.
Stórur sjónleikur
Landsstýrismaðurin heldur, at alt hetta tosið um, at landsstýrið ætlaði sær at avreiða veiðirættindi – og ogn Føroya fólks - fyri miljardir, er ein stórur sjónleikur.
Hann sigur, at uppskotið, sum nú kemur til triðju viðgerð á tingi í dag, merkir, at løgtingið seinni kann gera tær broytingar í lógini, sum løgtingið ynskir – og uttan at skula stúra fyri møguligum endurgjaldskrøvum fyri skerd ella mist veiðirættindi.
- Hetta hava vit nú fingið løgfrøðisliga vissu fyri, sigur hann.
Landsstýrismaðurin sigur, at sjálvur lógarteksturin í nýggju orðingini fyri so vítt lítið og einki er broyttur, men viðmerkingarnar eru nú gjørdar krystal klárar, sum hann tekur til.
- Eg vænti, at málið um broytingarnar verður samtykt í dag, um einki óvanligt hendir, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Ymiskir á máli
Ein av teimum, sum í vikuni úttalaði seg bragdliga um ætlaðu broytingarnar, var Bjørn á Heygum, advokatur.
Hann segði, at um uppskot hevði verið samtykt í táverandi líki, hevði landið givið fiskirættindini ókeypis burtur, mong ár út í framtíðina.
- Landsstýrismaðurin ætlaði at staðfesta, at fiskurin er ogn føroya fólks, men við uppskotinum ger hann beint øvut, segði advokaturin.
Tað var serliga greinin í lógini um, at veiðiloyvið verður endurnýggjað í 2018, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar, ið eru settar í veiðiloyvi og fiskiloyvi.
Í staðin fyri, at “loyvið verður endurnýggjað”, er broytingin í uppskotinum, at “loyvið kann verða endurnýggjað..”.