Eingin vápnahvíld enn

Tað eydnaðist ikki ísraelsmonnum og Hamas at semjast um eina vápnahvíld í gjárkvøldið sum ætlað. Tvørturímóti hildu ísraelsmenn fram við loftálopunum á mál í Gazageiranum, og Hamas sendi rakettir inn yvir Ísrael.

Ein av leiðarunum í Hamas segði seint í gjárkvøldið, at ein avtala um vápnahvíld kann koma í gildi í dag.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, kom til Ísraels í gjárkvøldið at royna semju. Frammanundan hevur ST-aðalskrivarinm, Ban Ki-Moon, roynt seg sum semingsmann, og tað sama ger egyptiska stjórnin.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyau, segði í gjárkvøldið, at ber tað til at fáa semju um eina varandi loysn, er Ísrael til reiðar at taka undir við henni.