Eingin vón um frið í Miðeystri ta fyrstu vikuna

Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevur gjørt greitt, at hann vil hava Arafat burtur

Serligi ST-sendimaðurin, norðmaðurin Terji Rød Larsen, væntar, at tann spenta støðan í Miðeystri fer at standa við í minsta lagi eina viku afturat, og at hesa vikuna er eingin vón um frið.
Hann vísir á, at tær áhaldandi palestinsku sjálvmorðsbumbuatsóknirnar og serstakliga tann seinasta í býnum Netanya hava gjørt, at ísraelska fólkið av fullum huga styðjar politikkin hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra og stjórn hansara. Tí væntar hann ikki, at tað fer at bera til at fáa Ísrael at slaka í bræði.
Hinvegin heldur Terje Rød Larsen, at tað er rætt at halda fram við áhaldandi diplomatiskum trýsti á bæði ísraelsmenn og palestinar.
Farið við honum!
Síðani ísraelski herurin tók seg inn í Ramallah, hevur palestinski leiðarin, Yasser Arafat, sitið innibyrgdur á skrivstovu síni, og ísraelska stjórnin hevur gjørt greitt, at hann sleppur ikki út haðani.
Jú, hann kann sleppa út, segði Ariel Sharon týskvøldið, men hann legði tríggjar treytir við. Tann fyrsta var, at ráðharrar hansara tóku undir við tí, onnur var, at palestinar gingu við til vápnahvíld, og tann triðja treytin var, at Arafat fekk ein einvegis ferðaseðil, um onkur vildi taka hann við sær.
Tað vil siga, at Arafat kann sleppa burtur haðani, men heimaftur sleppur hann ikki.
Tað hevur verið nevnt, at ísraelsmenn ætla at reka Arafat í útlegd, men hesum hava bæði USA og ES ávarað Ísrael ímóti.