Um várið verða starvsfólk og foreldur á Dagstovninum á Argjum biðin um at skriva, nær børnini skulu hava summarfrí.
- Familjan hevur tørv á at vera saman um summarið, og tí skulu øll børnini í minsta lagi hava fýra vikur frí hvørt summar. Síðan leggi eg eina ætlan eftir hesum. Hetta hevur ongantíð verið ein trupulleiki, tað kostar mær ikki meira pengar, og foreldrini eru glað og nøgd. Tað er tað týdningarmiklasta, sigur Gudrun Winthereig Rasmussen, leiðari á dagstovninum á Argjum, og leggur afturat, at hjá teimum er einki ein trupulleiki:
- Eg royni altíð at fáa tað í lag, sum brúkarin hevur tørv á. Allir aðrir dagstovnar áttu at farið yvir til okkara skipan og tikið støðu útfrá, hvat hvør einstakur hevur tørv á, sigur Gudrun Winthereig Rasmussen.