Eingin trupulleiki at Háfoss ikki er kirkjufólk

Jógvan Fríðriksson, bispur heldur tað ikki vera nakran trupulleika, at landsstýriskvinnan í kirkjumálum ikki er limur í fólkakirkjuni. Í Tjóðveldi er ósemja um spurningin Hóast tað liggur eitt signalvirði í, hvør situr sum landssstýrisfólk, so metir Jógvan Fríðriksson, bispur, ikki tað skal vera krav, at landsstýriskvinnan eigur at vera limur í fólkakirkjuni.

- Vit skulu gera okkara arbeiðið professionelt, og fyri okkum sum kirkjufyrisiting, hevur tað nógv størri týdning, hvønn vælvilja Løgtingið hevur, sigur hann

Eftir at Dimma fyrr í vikuni kundi avdúkað, at Kristina Háfoss ikki er limur í fólkakirkjuni, er spurningurin hvørs landsstýrisfólk í mentamálum skulu vera limur í fólkakirkjuni aftur stungið seg upp.

Undir farnu samgongu, tá Jógvan á Lakjuni sat sum landsstýrismaður, løgdu Heidi Petersen og Torbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi uppskot fram um, at landsstýrisfólk í kirkjumálum skulu vera limur í fólkakirkjuni.

Jógvan Fríriksson vísur á, at undanfarni landsstýrismaður, sum ikki er limur í fólkakirkjuni, megnaði tað, sum í øllum førum bispur sjálvur hevur bíðað eftir í 22 ár.

- Skulu vit í kirkjuni vera demokratisk, so hevur landsstýrisfólki í mentamálum rætt at vera ateistur, sigur bispur.

- Tað eru nógv uttanfyri kirkuna, sum eru góð við kirkjuna, og hyggur man eftir hvussu løgtingslóg atkvøddu seinasta summar, tá fíggjarlógin hjá kirkjuni var fyri, so vóru tað nógv holl kirkjufólk, sum vóru við til at leggja kirkjuni eitt haft um beini, staðfestur Jógvan Fríðriksson.

- Landsstýriskvinnan er ikki kirkjan, tað er kirkjuliðið. Vit skulu taka okkum av tí andaliga. Tí gevur tað mær ongar trupulleikar, at hon ikki er limur í fólkakirkjuni.