Eingin telefon úr Dali

Eftir at hava verið uttan telefonsamband í 17 tímar, kundu dalbingar umsíðir fáa samband við umheimin tíðliga seinnapartin í gjár.

Bygdarfólkið misti sambandið nakað fyri klokkan 9 sunnukvøldið, eftir at toran hevði gingið.

Eftir øllum at døma hevði hon gjørt skaða á tvær av støðunum hjá Føroya Tele á eystursíðuni á Sandoynni.

Fólkið vónaði, at talan bert var um minni brek, men mánamorgunin fóru menn at kanna brekið, sum altso varð funnið og rættað.

Um 14-tíðina kundu dalbingar so tosa aftur, bæði í fastnettelefon og fartelefon.