– Eg kann ikki veita vissu fyri, at ikki eisini bankar í Føroyum vaska pengar reinar. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Nú danskir bankar eru miðdepilin í eini stórari gølu fyri at hava vaska pengar reinar, hevur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýriskvinnuna um hon kann veita vissu fyri, at slíkt ikki fer fram í Føroyum eisini.
Hann vísir serliga á, at føroyingar hava nógvan samhandil við Russland, men av tí, at handilsósemja er ímillum ES og Russland, eru Føroyar í eini serstøðu í sambandi við samhandil við Russlands.
Kristina Háfoss sigur, at hóast hon ikki kann veita vissu fyri tí, staðfestir hon samstundis, at tað eru ongar ábendingar um, at slíkt fer fram. Hon sigur, at síðani gøluna í Danmark, hevur hon víst málinum ans og tískil hevur hon spurt danska fíggjareftirlitið og danska ráðharran í bankamálum, Rasmus Jarlov um hetta. Og tey hava váttað, at tey hava ikki varnast nakað illgrunasamt í sambandi við bankarnar í Føroyum.
Hon sigur, at vit hava eina lóg um peningavasking, men hon hevur nøkur ár á baki, og at ætlanin er at dagføra hana. Men hon leggur afturat, at vit eru undir donskum bankaeftirliti og tað er ein tvørlig og drúgv mannagongd og tí heldur hon, at tað hevði verið nógv smidligari at yvirtikið alla lóggávu á hesum øki.