Eingin tónleikur í Sosialinum í dag

Vikuligu tónleikasíðurnar, sum byrjaðu aftur í síðstu viku aftaná ein góðan mánaða í summarfrí, koma av ymsum orsøkum ikki við í blaðið í dag
Í næstu viku verður tó vent sterkt aftur við millum annað fleiri ummælum, so sum av nýggjastu fløgunum hjá Boys in a Band, Maður:glotti og Rasmusi Rasmussen.

 

Umframt tað vera samrøður við áhugaverd tónlistarfólk her í landinum um yrkisleið og tónleik teirra. Ímillum hesi er bluesarin Uni Reinert Debess, sum er í gongd við fleiri spennandi ting við tónleikinum hjá sær.

 

Les um alt hetta og meira afturat í Sosialinum komandi hósdag.