Eingin ísur í Arktis um hundrað ár

Kanningar hjá amerikanska rúmdarstovninum NASA vísa, at ísurin í Arktis minkar nógv skjótari enn higartil hildið.

Ein nýggj frágreiðing hjá NASA vísir, at ísurin í Arktis minkar nógv skjótari, enn vísindafólk hava hildið.

Amerikansku kanningarnar vísa, at frá 1978 til 2000 minkaði ísøkið 1,2 millión ferkilometrar. Tað merkir, at ísurin minkaði níggju prosent í hvørjum tíggju ára skeiði.

-Heldur hetta fram, fer ísurin í Arktis at hvørva, áðrenn hendan øldin er av, sigur Josefino Comiso, granskari í NASA. Sum er sæst broytingin best í økjunum norðan fyri Kanada og Alaska, sigur hon.

So hvørt sum ísurin hvørvur, ger Pólhavið heitari og heitari. Tað kemst av, at ísurin sendir sólstrálurnar frá sær, meðan havið tekur meiri av hitanum í seg.

Hvørvur ísurin, fer tað at fáa stórar avleiðingar fyri vistfrøðina í tí arktiska økinum. Ein onnur avleiðing kann verða, at jarðarhitin fer at veksa skjótari enn nú.