Nógv er hent í Eiðis kommunu seinastu tíðina, og nú um dagarnar verður seinasta hond løgd á álegging av grasi á nýggja fótbóltsvøllin í Hólmanum.
- Tað eru fleiri ár síðan, at Eiðis kommuna samtykti at byggja fótbóltsvøllin, men nógvar forðingarnar hava verið á vegnum. Nú alt planeringsarbeiðið er liðugt, kantar eru stoyptir, og gras verður lagt á, eru øll glað.
Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, sigur, at nýggi fótbóltsvøllurin lýkur øll FIFA-krøv, og næsta ár verður hús innlokað við vøllin, sum eisini lýkur øll krøv.
- Vit vilja skapa góðar umstøður her norðri, og eg haldi, at fólk eru fegin og rættiliga spent, nú arbeiðið við fótbóltsvøllinum er undir landi. Tá farið varð í holt við at byggja vøllin fyri tveimum árum síðan, var økið í Hólmanum framvegis eitt stórt hol. Nú hevur arbeiðið koyrt uttan steðg í tvey ár, og vit eru komin undir land.
Borgarstjórin vísir á, at Eiðis kommuna fær ein fínan vøll, ið er av sama slagi, sum bestu fótbóltsvøllir í Føroyum.
- Nógv fakligt samskifti hevur verið um, hvønn vøll vit skuldu velja, og vit hava eisini samskift við umboð - venjarar og leikarar - hjá EB/Streymi um, hvat gras vit skuldu velja til fótbóltsvøllin.
Tað besta av øllum er, sigur Jógvan í Skorini, at Eiðis kommuna onga skuld hevur átikið sær í samband við fótbóltsvøllin.
- Vit hava ikki lænt eina krónu til hetta arbeiði, men hava gjørt tað yvir raksturin, leggur borgarstjórin aftrat.