Eingin skal nokta borgarstjórum at hava fleiri størv

Kommunufelagið sigur, at tað kann verða ein vansi, at kommunustýri kunnu nokta borgarstjórum at sita á Løgtingi, soleiðis sum skipanin er nú

Borgarstjórar, sum eisini eru løgtingslimir, skulu sjálvir sleppa at avgera um teir vilja røkja bæði størvini ísenn.

 

Tað sigur Kommunufelagið, sum sostatt tekur undir við einum uppskoti, sum Miðflokkinum hevur lagt fyri Løgtingið við tí endamálið at fáa Løgtingið at broyta lógina, soleiðis at borgarstjórar, sum eisini eru tinglimir, skulu sjálvir sleppa at taka avgerð, um teir vilja røkja bæði størvini ísenn.

 

Sum støðan er nú, skulu borgarstjórar leggja øll onnur størv frá sær. Men teir kunnu kortini stilla upp til løgtingsval, og onnur fólkavald størv. Men tá er tað kommunustýrið, sum skal samtykkja at ein borgarstjóri eisini skal kunna vera løgtingsmaður. 

 

Og tað er ymiskt, hvørja støðu, kommunustýri hava til tað. Bæði kommunustýrið á Tvøroyri, í Vestmanna, og aðrastaðni við, hava samtykt, at teirra borgarstjórar kunnu eisini vera løgtingslimir, men eitt skifti vildi Klaksvíkar Býráð ikki lata borgarstjóran, Jógvan Skorheim sleppa at vera tingmaður samstundis.

 

Hetta hevur verið rættiliga umstrítt, tí fleiri vilja nokta borgarstjórum at hava fleiri størv. Men nú sigur Kommunufelagið í eini viðmerking til uppskotið, at tey taka undir við, at borgarstjórarnir skulu sleppa at taka avgerðina einsamallir. Men felagið heldur eisini, at tað hevði verið hóskandi at endurskoða starvstreytirnar hjá borgarstjórum upp, og í tí kjakinum eigur útgangsstøðið at vera, hvat er best fyri lokalsamfelagið og ikki, hvussu stórt vald, borgarstjórar hava á Løgtingi.

 

Annars heldur Kommunufelagið eisini, at tað hevði verið áhugavert at fingið eitt kjak um, hvørji størv, tinglimir kunnu hava. Og tað skal vera uttan mun til um teir eisini eru borgarstjórar, læknar, sjálvstøðugir vinnurekandi, bókhaldarar, lærarar, ella okkurt annað. 

 

Men Kommunufelagið heldur eisini, at er skipanin ov stirvin, kann tað fáa fólk at aftra seg við at bjóða seg fram at verða borgarstjórar. Eru treytirnar so harðar, at tær í roynd og veru útihýsa fólki frá at bjóða seg fram at verða borgarstjóri, tí tey missa meira enn tey vilja geva, er tað ikki serliga skynsamt, sigur Kommunufelagið. 

 

– Dømi kann vera um borgarstjóra sum fær nógv lægri løn, enn starvsfólk, hann er leiðari fyri. Eitt annað dømi kundi verið, at ein borgarstjóri má leggja betri lønt borgarligt, ella vinnuligt, starv, frá sær fyri at røkja eitt starv sum fólkavalt umboð.