Eingin sjálvtøka í Sunda kommunu

Frá í morgin at rokna letur sjálvtøkan hjá Eik við Norðskála aftur í ein heilan mánað. Tað er einasta sjálvtøkan í Sunda kommunu

Frá í morgin at rokna letur einasta sjálvtøkan í Sunda kommunu aftur í ein heilan mánað. Tað boðaði Eik Banki frá í kunngerð í Kringvarpinum í kvøld, har tað var sagt soleiðis:


»Vegna flyting verður sjálvtøkan hjá Eik við Norðskála fyribils óvirkin frá 25. februar til 25. mars, tá hon letur upp aftur í handlinum Brá«.


Fyri bara fáum árum síðani høvdu bæði Eik Banki og Bank Nordik deild við Norðskála. Deildirnar lógu lið um lið á Mýrivegi, men fyrst lat Bank Nordik deildina aftur og so Eik Banki. Eik Banki hevur tó havt sjálvtøku í bygninginum síðani tey lótu aftur, men frá í morgin og ein mánað fram, verður ikki gjørligt hjá fólki úr Sundalagnum at taka pengar út við Norðskála.


Sunda kommuna telur fylgjandi bygdir: Gjógv, Norðskáli, Oyrarbakki, Oyri, Tjørnuvík, Vík, Langasandur, Streymnesi, Saksun, Hvalvík og Hósvík. Og sundalagsfólk mugu nú annaðhvørt til Eiðis ella Kollafjarðar, fyri at finna nærmastu sjálvtøku.


Sambært kunngerðini frá Eik Banka í kvøld, so verður hetta støðan til 25. mars, tí tá letur nýggj sjálvtøka upp í handlinum Brá. Hetta er ein handil, sum borgarstjórin Heðin Zachariasen eigur saman við konuni Anna Maria.