Eingin sigling um Skopunarfjørð

Teistin liggur í Skopun og hevur ikki loyst í morgun. Væntandi er ikki, at skipið loysir fyrrapartin.

Aftur í morgun er ólag á siglingini hjá Teistanum um Skopunarfjørð. Væntandi var, at siglt fór at verða úr Skopun klokkan 06.45 og klokkan 08.10 í morgun, og síðan var ivingarsamt, hvssu fór at verða eftir klokkan 9.

 

Nakað soleiiðs kundi fráboðanin hjá Strandfaraskipum Landsins, sum varð løgd út á netið í gjárkvøldið, skiljast.

 

Men, í morgun er greitt, at Teistin neyvan siglir fyrrapartin yvirhøvur, og vánalig útlit eru til, at siglt verður úr Skopun fyrstu ferð fyrr enn klokkan 12.30. Enn er tó einki vist, soleiðis sum líkindini eru.

 

Tá dekkið var fult av bilum til fyrsta túr í morgun, og ferðafólk vóru komin at sita, varð portrið í hylinum í Skopun latið upp. Men, tá vísti tað seg, at rættiliga nógv trýst var í sjónum, og skiparin gjørdi tí av at avlýsa fráferðina.

 

Tá tað var greitt, at Teistin ikki fór at sigla, varð neyðugt at loysa allar teir stóru bilarnar á dekkinum aftur, soleiðis at fólk, sum komin vóru til ætlaðu fráferðina í morgun, kundu fáa bilarar í land aftur og sleppa heimaftur.

 

Millum stóru bilarnar á dekkinum á Teistanum í morgun, vóru eitt nú Magn og Effo-bilar, ein stórur bilur hjá Posta, og her var eisini stóri mjólkarbilurin.

 

Tað er eisini eitt stríð hjá manningini á Teistanum fyrst at binda hesar bilar og síðan at loysa teir aftur.