Eingin shopping áðrenn hálvmaraton

- Beinini hava brúk fyri hvíld, og tí er ikki skilagott at fara langan innkeypstúr dagin fyri kappingina, sigur garvaður maratonrennari, nú fleiri hundrað føroyingar luttaka í HM í hálvmaraton um vikuskiftið

Leygardagin fara fleiri hundrað føroyingar at luttaka í HM í hálvmaraton, sum verður í  Keypmannahavn. Tilsamans luttaka umleið 30.000 rennarar úr fleiri ymsum londum.

 

Herluf Jacobsen, sum er ein av mongu føroyingunum, ið luttaka í HM í hálvmaraton leygardagin, hevur hollar royndir við renning. Hann hevur runnið átta maraton og fleiri hálvmaraton.

 

Fyri hann er eingin ivi um, hvat er týdningarmiklast, dagarnar áðrenn sjálva rennikappingina.

 

- Tað snýr seg um at fáa nóg mikið av svøvni og annars hvíld sum heild. Í sjálvanri vikuni, har kappingin verður, er umráðandi at tú fært góðan svøvn, soleiðis at tú ert úthvíldur á kappingardegnum. Hóast tú kanska ikki fært so nógvan svøvn náttina áðrenn kappingardagin, so er av stórum týdningi, at tú fert í song í hampiligari tíð, soleiðis at kroppurin fær hvíld, sigur Herluf Jacobsen.

 

Ein stórur partur av føroysku rennarunum fer av landinum hósdagin, men Herluf Jacobsen mælir fólki frá at brúka ov nógva tíð upp á annað enn renningina.

 

- Eg veit, at fleiri kundu hugsað sær at farið og shoppa, men skulu beinini vera so væl fyri sum gjørligt leygardagin, so er ikki skilagott at shoppa allan dagin fyri. Tað snýr seg um at slappa av og at taka tað róligt sum heild, sigur Herluf Jacobsen.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Herluf Jacobsen millum greiða frá, hvussu tú venur fram til eitt hálvmaraton og hvørji góð ráð eru umráðandi at hava í huga, meðan runnið verður.