Eingin semja um Kosovo

ST-trygdarráðið gavst í gjárkvøldið við royndunum at fáa eina semju um framtíðina hjá Kosovo ST-trygdarráðið mátti í gjárkvøldið ásanna, at tað ber ikki til at fáa semju um framtíðina hjá Kosovo. Diplomatar í New York søgdu, at partarnir vilja ikki slaka, og so er einki at gera.

-Hetta merkir, at allar formligar samráðingarleiðir eru troyttar uttan úrslit, sigur danski Balkan-serfrøðingurin Thomas Hjortsø við danska útvarpið.

Formliga er Kosovo partur av Serbia, men tann albanski meirilutin hevur boðað frá, at hann fer at lýsa Kosovo sjálvstøðugt land í næstum.

ES og USA styðja hugskotið um eitt frítt Kosovo, men Serbia og Russland eru ímóti. Russland sigur, at tað vil hava fleiri samráðingar um støðuna, men USA og ES siga, at tað er nyttuleyst at samráðast.