Eingin ríkmansskattur í USA

Eitt uppskot um at leggja ein serligan skatt á ríkfólk í USA, falll í Senatinum í nátt. Eftir uppskotinum skuldu tey, sum forvinna meiri enn eina millión dollarar um árið, rinda í minsta lagi 30 prosent í skatti, og sambæørt fíggjarmálaráðnum fór ein tílík lóg at geva ríkiskassanum minst 250 milliardir dollarar um árið.

Barack Obama, forseti, hevur verið heitur talsmaður fyri uppskotinum, og hansara floksfelagar atkvøddu eisini fyri uppskotinum í Senatinum. Men tað er ikki nóg mikið, tí republikanararnir hava meiriluta har. Tí fall uppskotið við 45 atkvøðum fyri og 51 ímóti.

Í dagligari talu hevur uppskotið verið umrøtt sum Buffet-reglan eftir ríkmanninum Warren Buffet, sum hevur sagt, at hann rindar ov lítlan skatt, og at hann fegin vil gjalda meiri.