Eingin prologur í Klaksvík

Nú er endaliga greitt, at 13. útgávan av Statoil Kring Føroyar verður hildin í summar. Hesa ferð byrjar kappingin tann 17. juli, men hetta verður ikki við prologinum í Klaksvík, soleiðis sum tað annars hevur verið gjørt. Kappingin fevnir tí um fýra dagar. Hósdag verður súkklað í Eysturoynni. Sandoyggin eigur tørn fríggjdagin. Leygardag verður súkklað í Suðuroy, og seinasti teinurin er í Streymoynni, har endaði verður í Havn. Geyr Gilsteinsson er settur sum kappingarleiðari.