Trupulleikarnir byrjaðu longu í sambandi við býti av nevndum. Avtalað varð millum samgonguflokkarnar, at teir tríggir formenninir í tingbólkunum skuldu semjast um nevndarbýtið, sum teir eisini gjørdu. Men semjuna m. a. um formannin í fíggjarnevndini, Útnorðurráðnum og limin í Norðurlandaráðnum vildi formaðurin í Tjóðveldi ikki góðtaka. Hann vildi tað øðrvísi, og fekk sín vilja. Síðani hevur eitt stríði fyri og annað eftir tikið seg upp, og tí var hetta seinasta sum hendi bert dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. At seta sær glæsilig mál er eitt, men um orðini bert galda á pappírinum, og ikki kunnu fremjast í verki, er lítil nytta í teimum. Hava samgongufólk ikki álit á hvørjum øðrum, ber ikki til at reka politikk.
Eftir mínum tykki var ov nógv órógv um politisku málini, og tá álitið millum leiðararnar í Tjóveldi og Javnaðarflokkinum var fokið var einki annað at gera enn at slíta við Tjóðveldi og royna nýggjar leiðir. Vónandi fáa vit nú eina arbeiðsføra ABC-samgongu, hóast flokkarnir í mongum førum liggja langt hvør frá øðrum. Vert er tó at geva gætur, at tað var m.a. saman við Fólkaflokkinum, at Javnaðarflokkurin fekk í lag arbeiðsloysistryggingina og samhaldsfasta. Stendur tú hinvegin uttan politiska ávirkan, spyrst einki úrslit.