- Lítil ivi man vera um, hvørja støðu flestu føroyingar hava til russisku innrásina í Ukraina, sum er brot á fólkarættin, samtykt mannarættindi og helst krígsbrotsverk, tá tað einaferð verður tikið saman um - eftir, at ringastu ræðuleikarnar hava lagt seg.
Soleiðis verður skrivað á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu í kvøld.
- Fyri smáum tveimum vikum síðan tók orðaskifti seg upp í almenna rúminum um, hvørja støðu Føroyar skuldu hava, og hvussu vit skuldu fyrihalda okkum til íkomnu støðuna í Evropu. Eingin ivi var um, at skulu revsiatgerðir setast í verk, sum eitt nú havnastongsil móti russiskum skipum, so er tað eitt landspolitiskt mál.
Á heimasíðuni verður víst á, at hvørki kommunur ella havnaskrivstovur reka uttanríkis- og handilspolitikk.
- Í sjónvarpinum hin 1. mars í ár greiddi borgarstjórin í Runavíkar kommunu frá, at kommunan til eina og hvørja tíð fór at fylgja ásetingunum, sum landsins leiðsla fór at legga á, t.d. at steingja havnirnar fyri ávísum skipum, um tað var ein ætlan hjá landsmyndugleikanum. Somu ætlanir hava verið í Evropa-samveldinum, men enn eru tiltøkini heldur ikki sett í verk inni á meginlandinum.
Heimasíðan vísir á, at yvirhøvur hevur verið tøgn um málið síðan. Ikki eitt orð úr samgongu, tíansheldur úr andstøðu - og ikki eitt kis úr uttanríkisráðnum ella løgmansskrivstovuni.
- Við hesum kann staðfestast, at Føroyar í løtuni ongan politikk hava hesum máli viðvíkjandi og at støðan, sum er galdandi russiskum skipum, er hin sama í Føroyum í dag, sum hon var fyri russisku innrásina í Ukraina.
Á heimasíðuni verður eisini víst á, at í vikuskiftinum kemur Kapitan Demidenko á Runavík at umskipa veiðina umborð á farmaskipið, Silver Storm. Ester sleipar Baltiyskaya Kosa til lands vegna maskinbrek, og Mekhanik Sergey Agapov er eisini væntandi ein av fyrstu døgunum.
- Skipini hava fiskað í føroyskum sjógvi eftir tvílandaavtaluni, sum hevur verið galdandi millum Sovjet/ Russland og Føroyar, síðan fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar hin 1. januar í 1977, verður lagt aftrat á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.











